Nevndin hevur skipað seg
27. apríl var ársaðalfundur hjá Amnesty International Føroyum.Nevndarval var tí eisini á skránni, og áhugin var stórur at koma í nevndina.
Bergtóra Patursson er nýggj forkvinna, og umframt hana eru hesi í nevndini: Regin Berg, Milia Egilstrø, Michael Anthony Charles Johannesen, Shakeel Jamil, Elin Sólvør á Løgmansbø, Anna Joensen-Næs, Ragna Ámundardóttir í Geil og Heiða Gunnarsdóttir Nolsøe.
Ugur Kevioglu, sum hevur verið í nevndini í tvey ár, flytir av landinum. Vit takka Ugur fyri tíðina og orkuna, hann hevur lagt í felagsskapin, og ynskja honum alt tað besta framyvir.