NEYÐTØKUTILBÚGVINGIN VERIÐ VIRKIN Í EITT ÁR
1. mars í 2022 lat nýggj neyðtøkutilbúgving upp á Landssjúkrahúsinum, og síðan hevur ikki verið neyðugt at melda neyðtøku til løgregluna fyri at fáa kanning. Eftir, at tilbúgvingin hevði verið virkin í eitt ár, var innslag í Degi og viku við Dianu Reynstind, serlækna í kvinnusjúkum, og Jórunn Højgaard, leiðandi sjúkrarøktafrøðing.
“Okkara endamál er at hjálpa kvinnunum, og vit vita, at bara ein kemur inn og verður møtt av fólki, sum skilja tað, minkar um traumaið og minkar um vandan at fáa varandi mein” sigur Diana Reynstind. Jórunn Højgaard sigur seg vóna, at fleiri fáa hjálp nú tað ikki er krav at melda tilburðin til løgregluna fyrst, og vísur eisini á ein lítlan vøkstur í talinum av kvinnum, sum hava verið til kanningar, eftir at neyðtøkutilbúgvingin lat upp.
At kvinnur, sum enn ikki hava meldað ella ætla at melda málið, hava eitt stað at venda sær og fáa neyðugu hjálpina, er ógvuliga týdningarmikið, sigur Katrin Thorvig Hansen, høvuðsákæri. Eisini sigur hon, at av tí at nýggja neyðtøkutilbúgvingin tryggjar teknisku prógvini, styrkir tað um rættartrygdina hjá kvinnunum. Um órættaða kvinnan vil melda seinni, eru prógvini til, og tað kann styrkja málið, tí prógvini jú verða brúkt í metingini av málinum.
Umframt at tryggja teknisk prógv, er uppgávan hjá tilbúgvingini er at gera kanningar fyri kynssjúkur og viðgerð um neyðugt, kunna um vanligar reaktiónir eftir slíka hending og eisini fáa órættaðu bjóðað samrøðu við sálarfrøðing.
Í 2015 byrjaðu vit í Amnesty International Føroyum at arbeiða fyri at fáa eina neyðtøkutilbúgving, har ikki var neyðugt at melda málið til løgregluna áðrenn. Vit gleðast tí um, at tey, sum hava verið fyri neyðtøku nú hava eitt stað at venda sær at fáa ta hjálp, tey hava tørv á, umframt at fáa prógvini tryggjaði.