NÚ KREVUR SEX SAMTYKKI – EISINI SAMBÆRT LÓGINI
Í dag, 1. juni 2022, kemur nýggja samtykkislógin í gildi, og hon staðfestir, at sex krevur samtykki. Í Amnesty halda vit, at hetta er ein stórur sigur fyri okkum øll, og gleðast vit um nýggju lógina tí hon betri endurspeglar veruleikan, tí hon virðir kropsliga sjálvræðið, tí hon tryggjar betri rættartrygd og tí at hon er eitt gott grundarlag fyri eini hugburðs- og mentanarbroyting.
Samtykki skal tryggjast
Nýggja ásetingin í neyðtøkulógini byggir á eitt (sjálvboðið) samtykki. Hetta merkir, at partarnir skulu tryggja sær, at samtykki er givið. Samtykki kann gevast á ymiskan hátt: við orðum, kropsmáli, ljóðum, atferð ella øðrum sum klárt vísur ein áhuga.
Viðrar kropsliga sjálvræðið
Revsilógin er eitt útrykk fyri etisku og moralsku reglurnar og virðini í okkara samfelagi. Ein neyðtøkulóg, ið byggir á samtykki, staðfestir kropsliga og seksuella sjálvræðið og sjálvavgerðararrættin hjá hvørjum einstaka. Nú verður í lógini virðað, at øll hava rætt til sjálvi at taka avgerðir um egnan kropp, og at eingin annar skal taka hesa avgerð.
Nú endurspeglar lógin betri veruleikan
Ein lóg, ið byggir á samtykki endurspeglar veruleikan kring neyðtøkur betri enn ein lóg, ið byggir á harðskap. Frá kanningum vita vit, at flestu neyðtøkur fara fram uttan harðskap, hóttanir ella tvingsil. Flestu neyðtøkuoffur frysta í gerningsløtuni, og tá er einfalt ikki neyðugt við harðskapi, hóttanum ella tvingsli. Eftir nýggju lógini er einki krav um harðskap, hóttanir um harðskap ella tvingsil, men harafturímóti er nú krav um, at partarnir samtykkja til sex.
Lógin tryggjar betri rættartrygd
Tað eru fá, sum melda eina neyðtøku og av teimum, sum melda eru tað ógvuliga fá mál, sum enda við dómi. Nýggja lógin skal tryggja betri rættartrygd fyri órættaða. Frá øðrum londum vita vita, at eftir at samtykkislógir koma í gildi verða fleiri, sum melda neyðtøku. Roknast kann við, at hetta fer at føra til fleiri mál og fleiri dómar.
Sjálvt um rættartrygdin hjá órættaða verður betrað, er einki, sum bendur á, at rættartrygdin hjá ákærda verður verri við eini samtykkisgrundaðari neyðtøkulóg. Amnesty vil sjálvandi altíð verja vanligar rættarreglur og rættartrygd. Ein lóg, sum byggir á samtykki broytir ikki verandi reglur og mannagongdir. Tað er framvegis ákærumyndugleikin, sum einsamallur skal lyfta próvbyrðuna fyri at prógva, at neyðtøka er farin fram. Tað, sum verður broytt, er tað, sum skal prógvast – prógvtemaið. Við eini samtykkislóg verður dentur lagdur á, um ákærdi hevði orsøk at halda, at órættaði vildi hava samlegu. Er tað orð móti orði, uttan onnur prógv, so verður ein ikki dømdur sekur.
Lógin er grundarlagið fyri hugburðs- og mentanarbroyting
Lógin er eitt gott grundarlag at skapa eina hugburðs- og mentanarbroyting, sum saman við lógini skal viðvirka, at færri neyðtøkur verða framdar.
Fyri at skapa hesar broytingar, er neyðugt, at tað verður arbeitt upplýsandi og fyribyrgjandi. Neyðtøkumýtur og kynsstereotypar fatanir, sum halda uppi eini neyðtøkumentan, skulu basast. Børn og ung skulu læra um mørk, virðing og samtykki frá einum ungum aldri. Tað er av alstórum týdningi at børn og ung læra at kenna egin mørk og at virða hesi, umframt at læra at lesa mørk og tekin hjá øðrum og virða tey. Starvsfólk innan økið t.d. løgregla, verjar, ákærar og dómarar, skulu hava neyðuga útbúgving í nýggju lógarásetingini.