Samstarv millum Amnesty og Dugna:
Lat Amnesty tínar kertustubbar, og ver við til at hjálpa okkum at gera endurnýtt Amnestyljós. Eitt ljós sum birtir vón.
Í mong ár hevur Amnesty selt kertuljós í desember mánaði og eggja fólki at tendra eitt ljós á altjóða mannarættindadegnum tann 10. desember. Hetta fyri at minnast øll tey, hvørs rættindi framvegis eru skerd. Og ljósið birtir samstundis eina vón.
Í ár eru vit farin í samstarv við Dugna um at framleiða og selja endurnýtt kertuljós. Í hesum sambandi fara vit undir átak at savna inn kertustubbar. Hartil, stuðla handlarnir hjá Á og FK verkætlanini og fara at seta frámerkt íløt fram í handlunum, har ein kann lata sínir kertustubbar.
Hjá Dugna er framleiðslan longu farin í gongd.
Tað hevði glett okkum, um tú hevði hetta í huga og lat okkum tínir kertustubbar til endurnýtslu, antin við at lata inn í Á og FK handlunum kring landið ella hjá Dugna.
Ljósini kunnu bíleggjast longu nú á elsa@amnesty.fo, og annars verður ljósasølan kring landið fyrsta vikuskiftið í desember mánaði.
Vit gleða okkum, at bjóða tykkum vøkur endurnýtt kertuljós.
Hevur tú spurningar ert tú vælkomin at seta teg í samband við:
Elsu Wraae, Amnesty á telefon: 235819
Elin Lindenskov, Dugni á telefon: 292975