”Okkara frágreiðing avdúkar sanna vavið av ísraelska apartheitstýrinum. Uttan mun til um palestinar búgva í Gazageiranum, Eysturjerusalem, Hebron ella í Ísrael, verða palestinar viðfarin, sum vóru tey minni verd og verða teirra rættindini miðvíst tikin frá teimum. Í okkara løgfrøðiligu greining funnu vit út av, at politikkurin hjá Ísrael mótvegis palestinum, sum fevnir um at skilja sundur, reka burtur og útihýsan í øllum umráðum, sum eru undir ísraelskum eftirliti, svarar til apartheid. Altjóða samfelagið hevur skyldu at gera okkurt við hetta.”
–Agnés Callamard
Soleiðis sigur altjóða aðalskrivarin í Amnesty, Agnés Callamard, í samband við at Amnesty í morgun gav út nýggju frágreiðingina Israel’s Apartheid against Palestinians: Cruel System of Domination and Crime Against Humanity.
Frágreiðingin er úrslitið av drúgvari kanning hjá Amnesty. Í fýra ár hevur kanningarbólkur hjá Amnesty kannað mannarættindabrot í Ísrael og palestinsku hersettu økjunum. Arbeiðið fevnir m.a. um greiningar av ísraelskum lógum, politikki á ymiskum økjum, reglugerðum, fíggjarlógum og dómum. Harumframt eru mannarættindabrot, ið eru framd í fleiri áratíggju, skjalprógvað. Umboð fyri ST-stovnar, granskarar, serfrøðingar og aðrar felagsskapir – ísraelskar, palestinskar og altjóða – hava verið ráðførd.
Niðurstøðan er greið: Ísrael førir apartheid ímóti palestinum.
HVAT ER APARTHEID?
Apartheid verður framt við tí serstaka endamáli at halda uppi eini skipan, har ið ein fólkabólkur hevur eftirlit við og yvirræði á einum øðrum bólki. Atferðin mótvegis bólkinum skal vera ómenniskjanslig, t.v.s. at talan kann vera um ólóglig dráp og álvarsom mein, pínslu, tvingsilsflytingar, jagstran ella noktan av grundleggjandi rættindum og frælsi.
Apartheid er eitt so álvarsamt brot á altjóða lóg, at tað veðrur lýst sum brotsgerð ímóti mannaættini. Apartheid verður lýst í Apartheid-sáttmálanum hjá ST og Rom-viðtøkuni hjá ICC (allýsingin av apartheid er ymisk, og verður hetta nágreinað í frágreiðingini).
Umfatandi kanningin og løgfrøðliga greiningin hjá Amnesty vísir, at Ísrael við lógum, politikki og framferð heldur uppi slíkari skipan. Í fjør kom altjóða mannarættindastovnurin Human Rights Watch til somu niðurstøðu.
Lesið meira um aparheid og hví støðan í Ísrael og hersettu palestinsku økjunum kann lýsast sum apartheid HER.
Lesið ‘ofta settir spurningar’ hjá donsku deild HER.