NEVNDIN HEVUR SKIPAÐ SEG
Á aðalfundinum tann 4. juni varð nýggj nevnd vald í Amnesty International Føroyar. Nývalda nevndin hevur nú havt sín fyrsta nevndarfund, har tey skipaðu nevndina soleiðis:
- Turið Maria Jóhansdóttir, forkvinna
- Regin Berg, næstformaður
- Barbara Jacobsen, kassameistari
- Eyðgerð Mørkøre, nevndarlimur
- Annika P. Malunardóttir, nevndarlimur
- Milia Egilsnes, tiltakslimur
- Dánjal Hátún Augustinussen, tiltakslimur
Vit ynskja tykkum (og okkum) hjartaliga tillukku og takka fyri, at tit vilja leggja tíð og stríð í hetta arbeiðið!
FUNDARFRÁSØGN FRÁ AÐALFUNDINUM
Her er FUNDARFRÁSØGNIN frá aðalfundinum tann 4. juni 2020, har skráin var hendan:
SKRÁ:
1) Val av fundarstjóra og fundarskrivara
2) Frásøgn nevndarinnar frá virki felagsins í farna ári
3) Góðkenning av roknskapi
4) Nevndin svarar spurningum
5) Val av nevnd og tilvísingarnevnd
6) Val av grannskoðara
7) Ymiskt
Eftir fundin høvdu vit eina hugnaliga løtu á skrivstovuni, har vit skálaðu fyri frælsi.