Amnesty hevur fingið nýggja nevnd
Amnesty Føroyar hevði aðalfund hósdagin 28. apríl.
Eftir fleiri ár í nevndini og í ungdómsbólkinum takka Annika og Dánjal fyri seg, tí tey flyta av landinum í lestrarørindum. Regin, Anna og Milia stóðu fyri vali, og valdu øll at stilla upp aftur. Harafturat vóru trý nýggj andlit, sum stillaðu upp.
Í nevndini eru nú Regin Berg, Heiða G. Nolsøe, Ugur Kevioglu, Anna J. Næs, Milia Egilsnes, Micheal A. C. Johannesen, Ragna Á. Í Geil og Bergtóra Patursson.
Nevndin skipar seg í næstum.
Hetta verður avgjørt eitt spennandi nevndarár, tí Amnesty júst hevur fingið nýggja altjóða ætlan, sum verður avgerandi fyri arbeiðið í Føroyum komandi árini.
Annika og Dánjal hava verið klettar í arbeiðinum seinastu árini, og fara vit at sakna tey. Vit takka fyri alla tíðina og orkuna, tit hava lagt í felagsskapin.