1800 NÆMINGAR FARA AT HOYRA UM “ONGANTÍÐ AFTUR”
Holocaust-dagur verður hildin kring heimin hin 27. januar. Henda dag í 1945 fríaði Reyði herurin hjá Sovjettsamveldinum jødarnar og onnur kúgað fólk úr týningarleguni Auschwitz.
Umráðandi er at minnast til, at forfylging og fólkadráp ikki eru ein veruleiki, sum endaði saman við øðrum heimsbardaga í 1945, men heldur støðugt á. Løgtingið samtykti í 2019 at gera henda dagin til almennan minningardag um Holocaust og onnur fólkadráp.
27. januar 2020 er sostatt fyrsti almenni minningardagur um Holocaust og onnur fólkadráp. Í hesum samband hava Nám og Amnesty samstarva um eitt átak fyri framhaldsdeildir kring alt landið, sum vit kalla: ”Ongantíð aftur”.
Tað eru áleið 1800 næmingar, sum hava meldað seg til tiltakið. Á skránni verður:
UPPLEGG
1. Róland í Skorini fer at greiða frá um, tá ORÐ VERÐA TIL MORÐ. Altso, tá orð drepa.
2. Elsa í Skorini fer at fortelja um eina gentulagnu frá 2. heimsbardaga.
3. Og so kemur Heini í Skorini at lýsa tey mannarættindi, sum heimssamfelagið samtykti eftir annan heimsbardaga, og sum skulu verja einstaklingar frá t.d. persónligari forfylging og fólkadrápum.
Tí stóri spurningurin er jú, hvørt vit kunnu siga “ONGANTÍÐ AFTUR”?
SUTTFILMAR
Í millum uppleggini vísa vit tríggjar stuttfilmar, har føroyingar siga frá.
Tóra við Keldu sigur frá um tey, sum bera brek, og tí vórðu fyribeind Í Nazitýsklandi undir krígnum. Í dag kundi tað verið eg, sigur Tóra.
Petur Rouch greiðir frá um ferð, hann og konan gjørdu til München at vitja samkynda sonin, Búa. Tað var her at nazisman fekk undirtøku og fyrsta týningarlegan, Dachau, varð tikin í brúk.
Við einum skjalprógvaðum dømi, greiðir Maigun Solmunde frá um, hvussu føroyingar í Danmark hjálptu jødum at flýggja undan nazistunum undir krígnum.
Tit kunnu síggja filmarnar og lesa nógv meira um Holocaust og onnur fólkadráp HER á temasíðuni hjá Námi.
FRAMSÝNING
Amnesty International Føroyar hevur fingið gjørt eina framsýning til høvið, sum gevur eitt yvirlit yvir nøkur av stóru fólkadrápunum seinastu 100 árini, og sum skúlarnir hava fingið at ganga upp á skúlunum kring landið.
Tú kanst taka framsýningin niður HER.
Vit gleða okkum til eina spennandi viku og takka Námi fyri gott samstarv.