Stríðið millum Ísrael og Hamas er harðnað sum ongantíð áður, og hevur havt vanlukkuligar avleiðingar fyri tað sivila fólkið í Ísrael og hersettu palestinsku økjunum.
Leygardagin kl. 15 savnast vit á Speakers Corner til eitt samhugatiltak. Vit vísa samhuga við teimum, ið hava latið lív og teimum, sum eru fangaði í vanlukkuliga stríðnum. Vit heita á, at sivila fólkið skal verjast.
Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi Føroya, Steintóra Erhardsdóttir, prestur, og Turið Maria Jóhansdóttir, aðalskrivari í Amnesty International Føroyum, halda røður. Bartal Augustinussen spælir nøkur løg.
–
Talið á dripnum í Gazageiranum veksur við ørandi ferð mitt í teimum náðileysu ísraelsku loftálopunum. Fleiri enn 10.000 fólk eru nú deyð í Gazageiranum – av hesum eru fleiri enn 4.000 børn – og yvir 25.000 eru løstað. Stongsilin av Gazageiranum hevur kvett fyri vøruflutninginum, og tí trýtur bæði vatn, matur, heilivágur og brennievni í Gazageiranum. Ísraelsku álopini eru aftursvar til tey ræðuligu álopini hjá Hamas og øðrum vápnaðum bólkum á Ísrael, har ið fleiri enn 1.400 vórðu dripin og fleiri enn 5.000 løstað. Í minsta lagi 200 ísraelskir gíslar, sum Hamas og aðrir vápnaðir bólkar halda aftur í Gazageiranum, eru framvegis í vanda, og tey áhaldandi rakettálopini inn í Ísrael koma vanligum fólki í vanda.
Vanlukkuliga støðan má fáa ein enda. Kring allan heim heita tí fólk, felagsskapir og stovnar á vápnahvíld, og tað ger Amnesty International eisini. Heimsins leiðarar mugu arbeiða fyri at fáa eina vápnahvíld millum stríðandi partarnar í lag alt fyri eitt, so fleiri ósek ikki verða dripin, neyðuga hjálpin sleppur inn í Gazageiran og so at umstøðurnar gerast betri at samráðast um at leyslata burturtiknu gíslarnar.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
GG! Hetta er eitt friðarligt tiltak, og eingin hóttandi ella rasistisk atferð verður góðtikin.
Stríðið millum Ísrael og Hamas er harðnað sum ongantíð áður, og hevur havt vanlukkuligar avleiðingar fyri tað sivila fólkið í Ísrael og hersettu palestinsku økjunum. Amnesty International heitir á allar partar í stríðnum um at virða altjóða humanitera lóg, sum áleggur øllum pørtum í vápnaðum stríði at verja sivila fólkið.