ØKTA STRÍÐIÐ Í ÍSRAEL OG HERSETTU PALESTINSKU ØKJUNUM
Økta stríðið í Ísrael og hersettu palestinsku økjunum er ein álvarsom hóttan móti vanliga fólkinum í Gazageiranum og Ísrael. Amnesty International heitir á allar partar í stríðnum um at virða altjóða humanitera lóg, sum áleggur øllum pørtum í vápnaðum stríði at verja sivila fólkið.
Stríðið hesuferð kyknaði, tá ið Hamas og onnur vápnaði palestinsk stríðslið leygarmorgunin 7. oktobur drupu sivil og tóku sivil sum gíslar. Ræðuligu og harðrendu brotsgerðirnar vístu eina skelkandi vanvirðing fyri lívi og altjóða humaniterari lóg. Tilætlað dráp á sivil, gíslatøkur og rakettálop, ið ikki skilja millum sivil og hernaðarlig mál, eru krígsbrotsverk, og kunnu undir ongum umstøðum rættvísgerast, og skulu kannast sum krígsbrotsgerðir.
Ísrael hevur síðani framt áhaldandi álop á Gazageiran, og eru heim í hópatali løgd í oyði og sivil í túsundatali dripin. Støðan gjørdist enn verri fyri fólkið í Gazageiranum, tá ið Ísrael setti stongsilin í verk, og kvetti fyri vatni, mati, brennievni og streymi. Slík kollektiv revsing er eisini krígsrotsverk. Meðan talið av dripnum og løstaðum veksur hvønn dag, eru sjúkrahúsini við at hokna undir av nógvu løstaðu, og tí at heilivágur, streymur, brennievni og vatn er við at verða uppi.
Í Amnesty International eru vit ómetaliga ørkymlaði um støðuna, og at talið av dripnum og løstaðum veksur bæði í hersettu palestinsku økjunum og í Ísrael.
AMNESTY INTERNATIONAL HEITIR Á:
- allar partar í stríðnum um at virða altjóða humanitera lóg og skyldurnar um at verja sivila fólkið, ikki leypa á sivilan infrastruktur og ikki fremja álop, ið ikki skilja millum sivil og hernaðarlig mál
- Ísrel um at støðga álopunum á Gasageiran
- Hamas og onnur vápnaði palestinsk stríðslið um leyslata gíslarnar beinanvegin og teytaleyst
- Ísrael um at slíta stongsilin av Gazageiranum og loyva, at humaniter hjálp trygt og ótarnað sleppur inn í Gazageiran
- altjóða samfelagið um at heita á um at fáa eina vápnahvíld millum partarnarí lag, og seta í verk eitt vápnaforboð
- altjóða samfelagið um at seta ítøkilig tiltøk í verk fyri at verja vanliga fólkið í Gazageiranum móti ólógligum álopum
- altjóða samfelagið um at leggja trýst á Ísrael um at slíta stongsilin og at tryggja, at humaniter hjálp beininvegin sleppur inn í Gazageiran trygt og ótarnað
HVAT GER AMNESTY INTERNATIONAL?
Tá ógvuslig stríð bresta á ella harðna, er tað okkara fremsta raðfesting at savna inn prógv um krígsbrotsverk og grov mannarættindabrot.
Amnesty International fylgir støðuni og kanningarfólk savna prógv um krígsbrotsverk, sum verða framd ímóti sivila fólkinum av øllum pørtum í stríðnum. Tey gera samrøður við sjónarváttar og við fólk, sum eru komin undan við lívinum. Okkara Evidence Lab kannar myndir, filmsbrot og satelittmyndir.
Vit kanna álopini, sum vórðu framd av Hamas og øðrum vápnaðum palestinskum stríðsliðum á Ísrael og álopini, sum eru framd av Ísraelska herinum á Gazageiran og Vestara Áarbakka. Vit skjalprógva krígsbrotsverkini og grovu brot á mannarættindi fyri at hesi kunnu verða brúkt í rættaruppgerðum.
Eisini heita vit á heimsins leiðarar m.a. um, at biðja um eina vápnahvíld millum partarnar og at støðga útflutningi av vápnum og vápnalutum til partarnar í stríðnum.
LES MEIRA UM ÍSRAEL OG HERSETTA PALESTINSKA ØKIÐ
KANNINGAR
ÁHEITANIR
FRÁGREIÐINGAR