AT STRÍÐIÐ MILLUM ÍSRAEL OG HAMAS OG AÐRAR VÁPNAÐAR BÓLKAR ER HARÐNAÐ SUM ONGANTÍÐ ÁÐUR, HEVUR HAVT VANLUKKULIGAR AVLEIÐINGAR FYRI TAÐ VANLIGA FÓLKIÐ. TALIÐ Á SÆRDUM HEVUR EINKI FORDØMI. ÓTELJANDI LÍV ERU SORAÐ, SUNDURSKRÆDD OG REND UM KOLL.
HVØNN DAG FARA LÍV FYRI SKEYTIÐ, OG TANN MENNISKJALIGA VANLUKKAN Í GAZAGEIRANUM VERSNAR. SKRIVA UNDIR ÁHEITANINA UM ALT FYRI EITT AT FÁA VÁPNAHVÍLD Í LAG MILLUM ALLAR PARTAR, SO AT BLÓÐIÐ HJÁ TÍ VANLIGA FÓLKINUM HELDUR UPPAT AT FLÓTA, NEYÐUGA HJÁLPIN SLEPPUR INN Í GAZAGEIRAN OG UMSTØÐURNAR AT SAMRÁÐAST UM LEYSLATING AV GÍSLUM VERÐA BETRI.
Hvat er trupulleikin?
Talið á sivilum, sum liggja eftirá í Gazageiranum, veksur við ørandi ferð mitt í teimum náðileysu ísraelsku loftálopunum. Ísraelsku álopini eru aftursvar til tey ræðuligu álopini hjá Hamas og øðrum vápnaðum bólkum á Ísrael, har ið 1.400 lógu eftirá og sivil vórðu burturflutt. Meira enn 6.500 fólk, tey flestu sivil, eru deyð í Gazageiranum, stundum undir ólógligum álopum, har ið ikki er skilt ímillum sivil og hernaðarlig mál. Meira enn triðingurin av teimum særdu í Gazageiranum eru børn, og óteljandi lík liggja framvegis undir húsaleivdunum. Onnur í milliónatali standa fyri burturtrokan og líðing.
Í minsta lagi 200 ísraelskir gíslar, sum Hamas og aðrir vápnaðir bólkar halda aftur í Gazageiranum, eru framvegis í vanda, og tey áhaldandi rakettálopini inn í Ísrael, har ið heldur ikki verður skilt ímillum sivil og hernaðarlig mál, koma vanligum fólki í vanda.
Tann herda kringsetingin um Gazageiranum hevur kvett vøruflutningin av, og tí trýtur bæði vatn, matur og brennievni í Gazageiranum, og meira enn tvær milliónir fólk stríðast fyri at koma undan við lívinum. Tann menniskjaliga vanlukkan, sum stavar frá tí ólógligu ísraelsku avbyrgingini av tí hersetta Gazageiranum í 16 ár, fer bara at versna, um bardagarnir ikki halda uppat í stundini.
Álvarslig brot á tann humanitera fólkarættin, eisini krígsbrotsverk, hjá øllum teimum stríðandi pørtunum halda á við sama lag.
Á slíkari ótálmaðari oyðilegging og líðing má mannkærleikin sigra
Ein vápnahvíld hevði steðgað teimum ólógligu álopunum hjá øllum pørtum, talið á deyðum í Gazageiranum og Ísrael hevði hildið uppat at vaksið, og hjálparfelagsskapir høvdu sloppið framat við lívbjargandi neyðhjálp, vatni og sjúkraveitingum at linna ta ófatiligu menniskjaligu líðingina. Eisini høvdu sjúkrahús kunnað fingið alneyðugan lívbjargandi heilivág, brennievni og útgerð og kunnað umvælt illa farnar deildir.
Við vápnahvíld fæst eisini høvi at samráðast um at fáa afturhildnar gíslar í Gazageiranum leyslatnar, og krígsbrotsverk hjá øllum pørtum kunnu verða kannað við óheftum altjóða kanningum, so at endi fæst á revsingarloysinum, sum leingi hevur staðið við, og sum alsamt skapar gróðrarlíkindi fyri nýggjum krígsbrotsverkum.
Tað hevur bráðskund, nú meira enn nakrantíð áður, at loysa tær grundleggjandi orsakirnar til stríðið við at avtaka ísraelsku apartheidskipanina, sum er smoygd niður yvir palestinar.
Hvussu fært tú hjálpt?
Skriva undir áheitanina og verð við at heita á heimsins leiðarar um at biðja um vápnahvíld í stundini og fáa ta menniskjaligu vanlukkuna í Gazageiranum at halda uppat. Vit handa undirskriftirnar úr Føroyum til Løgmann, Aksel V. Johannesen.
SKRIVA UNDIR HER
Skriva undir og heit á heimsins leiðarar um at biðja um vápnahvíld í stundini!
Um tú hevur fyrispurningur, kanst tú seta teg í samband við okkum á tel 235819 ella við at senda ein teldupost til elsa@amnesty.fo.
Les meira um økta stríðið í Ísrael og hersettu palestinsku økjunum:
Økta stríðið í Ísrael og hersettu palestinsku økjunum er ein álvarsom hóttan móti vanliga fólkinum í Gazageiranum og Ísrael. Amnesty International heitir á allar partar í stríðnum um at virða altjóða humanitera lóg, sum áleggur øllum pørtum í vápnaðum stríði at verja sivila fólkið.