Samtykkilógin samtykt
2. mai samtykti Føroya Løgting at broyta ásetingina í neyðtøkulógini, so hon nú byggir á samtykki. Hesa broyting gleðast vit um í Amnesty. Í fleiri ár hava vit arbeitt við neyðtøkuøkinum, har vit m.a. hava gjørt vart við, at SEX KREVUR SAMTYKKI. Hetta sæst nú aftur í lógini, sum nú staðfestir, at um partarnir ikki geva samtykki til sex, er talan um neyðtøku. Ein samtykkislóg endurspeglar eina virðing fyri kropsliga og seksuella sjálvræðnum og sjálvavgerðarrættinum.
Vit høvdu stóran tørv á nýggjari lóg á økinum. Bæði úr Føroyum og uttanlands vita vit, at tað vóru nógv neyðtøkuoffur, sum ikki kendu seg ella sína støðu aftur í gomlu lógini. Í henni var nevniliga eitt krav um harðskap, hóttanir ella tvingsil fyri at talan var um neyðtøku. Men í flestu førum fara neyðtøkur als ikki soleiðis fram, tí frá kanningum vita vit, at í 70% av tilburðunum frysta neyðtøkuofrini – og tá er jú ikki neyðugt við harðskapi, hóttanum ella tvingsli. Nýggja lógin kemur eisini at fevna um júst hesar støður, tá ofrið frystir. Tí partarnir skulu jú tryggja samtykki.
Slík mál eru torfør, tí ofta er tað orð móti orði. Amnesty vil sjálvandi altíð verja vanligar rættarreglur og rættartrygd. Er tað orð móti orði, uttan onnur prógv, so verður ein ikki dømdur sekur eftir nýggi ásetingini. Tað er einki, sum bendur á, at hendan lógin gevur verri rættartrygt hjá ákærda, tí nýggja lógin broytir ikki verandi reglur og mannagongdir, og tað er framvegis ákærumyndugleikin, sum einsamallur skal lyfta próvbyrðuna fyri at prógva, at neyðtøka er farin fram. Tað, sum verður broytt, er prógvtemaið. Við eini samtykkislóg verður størri dentur lagdur á, um ákærdi hevði orsøk at halda, at órættaði vildi hava samlegu.
Umframt at vit hava arbeitt við lógarbroyting, hava vit lagt nógv arbeiði í at skapa tilvitan og hugburðsbroyting um sex og samtykki. Nýggja lógin er eitt gott grundarlag fyri at arbeiða víðari við hugburðsbroytingum um mørk, samtykki og sex, og fara vit í Amnesty at halda áfram at upplýsa og skapa hugburðsbroyting um hesi viðurskifti. Eisini vóna vit, at næmingar í fólka- og ungdómsskúlunum fáa meira undirvísing í mørkum og samtykki, og at fakfólk fáa neyðugu skúlingina.