Sex krevur samtykki fer nú, sætta árið á rað, at lansera eitt nýtt átak.
Átakið snýr seg um, at FØROYAR ERU EINKI UNDANTAK, tá tað snýr seg um kynsligan harðskap. Støðan er líka ring her heima sum úti í heimi. Og hetta skal fram í ljósmála.
Kampanjan fer í ár serliga at koyra á sosialu miðlunum Facebook og Instagram. Boðskapurin verður settur upp við myndir og memes, har myta verður sett upp ímóti fakta. Við harðskapskanningini, sum fyrr í ár varð gjørd, eru tøl nú tøk. Og hesi svarað fyri, hvussu støðan er í sambandi við harðskap og seksuellan ágang í Føroyum, eisini samanborið við útlond.
Endamálið við átøkunum er at varpa ljós á veruleikan, og at minna á, at uttan samtykki gera vit okkum inn á kropsliga sjálvræðið hjá tí einstaka.
Vit heita á fólk um at deila uppsløgini, og ikki minni at tora at taka prátið bæði foreldur, børn og ung sínámillum. Harumframt heita vit á fólk um at brúka hashtaggið #samtykki.
Tað eru Fólkaheilsuráðið, Føroya Politi, Amnesty International og Sig frá/Almannamálaráðið, sum í felag skipa fyri átakinum.