07.10.2023
SIVIL Í ÍSRAEL, GAZAGEIRANUM OG HINUM HERSETTU PALESTINSKU ØKJUNUM SKULU VERJAST
Amnesty International er skelkað av støðuni í Ísrael og Gazageiranum.
“Vit eru djúpt skelkaði av veksandi talinum av deyðum í Gaza, Ísrael og Vestara áarbakka, og heita vit á partarnar í stríðnum um at virða altjóða lóg og gera alt fyri, at sleppa undan at fleiri fólk lata lív. Sambært altjóða humaniterari lóg hava allir partar skyldu at verja sivil, sum eru fangað í ræðuleikunum” sigur Agnès Callamard, altjóða aðalskrivari í Amnesty International.
Skakandi hendingarnar leygarmorgunin, tá Hamas drap og tók fólk sum gíslar, vísa eina vanvirðing fyri lívi og altjóða rætti. Hetta eru krígsbrotsverk, og kunnu ongantíð góðtakast ella rættvísgerast.
Ísrael hevur svarað aftur við áhaldandi luftálopum á Gazageiran, og eru heim í hópatali løgd í oyði og sivil í hundraðtali dripin. Nú er eisini kvett fyri vatni, mati, brennievni og streymi til Gazageiran. Slík kollektiv revsing er eisini krígsrotsverk. Hvørki rættvísi ella tryggleiki kann tryggjast í Ísrael við at drepa vanlig fólk í Gazageiranum.
Talið av dripnum – bæði ísraelum og palestinum – er vaksandi. Amnesty International heitir á ísraelsk herlið og vápnaðir palestinskir bólkar um at gera alt fyri at verja vanliga fólkið og virða altjóða lóg. Eisini heitir Amnesty International á um at leyslata allar gíslar.
Verða orsøkirnar til hesa ræðuligu ringrásina av harðskapi og ágangi ikki handfarnar – herundir at krígsbrotsverk fara fram órevsað og ísraelska apartheidskipanin, ið kúgar og hevur yvirræðið á palestinum og palestinsku hersettu økjunum – verður tað framhaldandi vanliga fólkið, ið kemur at gjalda høga prísin.
Amnesty International heitir á, at:
– partarnir virða altjóða lóg og gera alt fyri at verja vanliga fólkið
– allir gíslar verða leyslatnir beinanvegin og treytaleyst
– Ísrael strikar stongsilin av Gazageiranum, tí sum hersetingarvald hevur Ísrael skyldu at tryggja, at grundleggjandi tørvir hjá fólkinum í Gazageiranum verða nøktaðir