Amnesty International fylgdi sakarmálinum móti 12 katalanskum leiðarum í sambandi við hendingarnar upp undir og eftir fólkaatkvøðuna í Katalonia tann 1. oktobur 2017 og var við á øllum rættarfundunum, sum hildnir vórðu í Madrid.
Dómarnir fullu tann 14. oktobur í ár. Sjey høgir katalanskir embætismenn og tveir leiðarar í felagsskapum í sivilsamfelagnum vórðu dømdir millum 9 og 13 ára fongsul og mistu rættin at røkja almenn ábyrgdarstørv fyri brotsgerðina at eggja til uppreistur. Tríggir aðrir høgir embætismenn vórðu dømdir fyri brotsgerðina ólýdni og fingu bót og mistu rættin at røkja almenn ábyrgdarstørv.
Tað er serliga støðuna hjá teimum báðu leiðarunum í felagsskapum í sivilsamfelagnum, sum Amnesty hevur fylgt.
- Tann óneyva allýsingin av brotsgerðini at eggja til uppreistur og tulkingin, sum teir katalansku leiðararnir vórðu dómfeldir eftir, kunnu fáa fólk at aftra seg við at mótmæla friðarliga
- Jordi Sànchez og Jordi Cuixart, sum eru leiðarar í felagsskapum í sivilsamfelagnum eiga at verða leyslatnir beinanvegin, og dómfellingarnar eiga at verða ógildaðar
At Jordi Sànchez og Jordi Cuixart eru dømdir fyri at eggja til uppreistur, er brot á bæði talu- og savningarfrælsið, og teir eiga at verða leyslatnir beinanvegin, segði Amnesty International í dag eftir at hava almannakunngjørt eina greining av dóminum hjá spanska hægstarætti í síðsta mánað.
Eftir at hava fylgt øllum rættarmálinum staðfestir Amnesty International, at níggju ára fongsul fyri at eggja til uppreistur var eitt ov víðfevnt (disproportionelt) inntriv í talu- og savningarfrælsið. Amnesty International heldur ikki, at hægstirættur megnaði at gera greiðu fyri einum hóskandi lutfalli millum ta hørðu revsingina og tey friðarligu átøkini, sum ákærurnar snúðu seg um.
Fongsulsdómarnir hjá teimum báðum leiðarunum í sivilsamfelagnum og sjey øðrum høgum katalanskum embætismonnum vóru ein avleiðing av tí óneyvu allýsingini av brotsgerðini at eggja til uppreistur í sponsku revsilógini og eini ríkiliga víðkaðari og vandamiklari tulking hjá hægstarætti.
“Jordi Sànchez og Jordi Cuixart eiga at verða leyslatnir beinanvegin, og dómfellingarnar fyri at eggja til uppreistur eiga at verða ógildaðar,” segði Daniel Joloy, ráðgevi hjá Amnesty International.
Greiningin hjá Amnesty avdúkaði einki, sum bendi á, at rættarmálið sum heild var órættvíst, men tað er greitt, at tulkingin hjá hægstarætti av brotsgerðini at eggja til uppreistur var so ríkiliga víðkað, at hon gjørdi lóglig mótmælistiltøk til brotsgerðir.
Jordi Sànchez og Jordi Cuixart høvdu sum privatir borgarar og leiðarar í felagsskapum í sivilsamfelagnum hava rætt til at siga sína hugsan og at skipa fyri friðarligum fundum at stuðla fólkaatkvøðuni og katalanskum fullveldi.
Um so onkur fundur ella okkurt átak skuldi forða fyri, at ein rættaravgerð varð framd í verki, so er friðarligt borgaraólýdni vart eftir altjóða mannarættindalóg. Ovurharðar ákærur móti borgaraólýdni eru eitt óneyðuga víðfevnt inntriv í rættin at savnast friðarliga og brot á altjóða lóg.
Eftir at hava fylgt øllum rættarmálinum staðfestir Amnesty International, at níggju ára fongsul fyri at eggja til uppreistur var eitt ov víðfevnt (disproportionelt) inntriv í talu- og savningarfrælsið. Amnesty International heldur ikki, at hægstirættur megnaði at gera greiðu fyri einum hóskandi lutfalli millum ta hørðu revsingina og tey friðarligu átøkini, sum ákærurnar snúðu seg um.
“Dómfellingarnar av Jordi Sànchez og Jordi Cuixart eru heilt greitt eitt ov víðgongt og disproportionelt inntriv í talu- og savningarfrælsið,” segði stjórin í Amnesty Spania, Estaban Beltran.
“Tingið eigur sum skjótast at endurskoða allýsingina av brotsgerðini at eggja til uppreistur, so at friðarligt borgaraólýdni ikki verður gjørt til eitt brotsverk og ov víðfevnd inntriv ikki verða gjørd í rættin at savnast friðarliga ella rættin at siga sína hugsan.”
Tað hóvar heldur ikki Amnesty, at rætturin knýtir grovleikan av rættarbrotinum saman við tí, at mótstøðan móti fremjingini av einum rættarúrskurði var “øgilig ella algongd”. Við hesum læt rætturin upp fyri møguleikanum hjá myndugleikunum at seta eitt ólógligt mark fyri, hvussu nógv kunnu brúka rættin at mótmæla friðarliga í senn.
Ógreiðan viðvíkjandi brotsgerðini at eggja til uppreistur í revsilógini, sum rætturin tulkar hana, ger, at ov víðfevnd inntriv verða gjørd í talu- og savningarfrælsið. Avleiðingin er, at friðarlig tiltøk av órøttum verða gjørd til brotsverk.
Tann óneyva allýsingin av at eggja til uppreistur og tann ovurvíðkaða tulkingin gera eisini dómfellingarnar av teimum politisku leiðarunum í Katalonia ivasamar.
”Hóast tað kann vera, at teir politisku leiðararnir í Katalonia hava framt brot, sum teir orsakað av síni politisku støðu lógliga kundu verið rættarsøktir fyri, eru dómfellingarnar fyri at eggja til uppreistur – eitt alt ov óneyvt allýst brotsverk – brot á meginregluna um rættargildi. Myndugleikarnir eiga sum skjótast at koma við eini hóskandi loysn á støðuni,” segði Adriana Ribas, samskipari hjá Amnesty International í Katalonia.
”Øll hava rætt at vita, um atferðin hjá teimum kann vera eitt brotsverk. Men hesin dómurin vísir, at tann óneyva allýsingin av brotsgerðini at eggja til uppreistur ger, at hon kann brúkast uttan hógv. Tulkingin hjá hægstarætti kann fáa fólk at aftra seg við at taka lut á friðarligum mótmælistiltøkum uttan at óttast.”
Sambært altjóða mannarættindalóg eiga inntriv í savningarfrælsið at verða gjørd við lóg og at vera neyðug og í lutfalli við eitt nærri tilskilað alment áhugamál. Eitt mótmælistiltak gerst ikki ófriðarligt, bara tí at okkurt ólógligt fer fram ella tí at onkrir luttakarar eru harðligir.
Ávís inntriv kunnu eisini gerast í friðarliga atferð í sambandi við mótmælistiltøk, men slík inntriv eiga at vera ásett í lóg.
Øll rættarbrot eiga at vera so greitt orðað, at fólk at hava møguleika at laga sína atferð eftir teimum.