TANN PALESTINSKI GANDHI FYRI SKOTUM

TANN PALESTINSKI GANDHI FYRI SKOTUM

ISSA AMRO ER KENDUR FYRI AT PRÆDIKA AKTIVISMU UTTAN HARÐSKAP. MEN Í EINI ROYND AT KØVA HANSARA ATFINNINGARSOMU RØDD ÁKÆRIR ÍSRAELSKI HERURIN HANN NÚ VIÐ 18 HØPISLEYSUM OG ÍSPUNNUM ÁKÆRUPUNKTUM. TIL DØMIS SNÝR EIN AV ÁKÆRUNUM SEG UM EIN TILBURÐ, SUM FÓR FRAM, MEÐAN ISSA SAT VARÐHALDSFONGSLAÐUR. STUÐLA TÍ FRIÐARLIGA MANNARÆTTINDAARBEIÐINUM HJÁ ISSA. Issa Amro…

STUÐLA TALUFRÆLSI Í TURKALANDI

STUÐLA TALUFRÆLSI Í TURKALANDI

Turkaland hevur nú heimsmetið í at seta journalistar í geglið. Triðingurin av øllum fongslaðum journalistum, miðlafólkum og blaðstjórum í heiminum situr nú í turkiskum fongslum. Alment eru tey ákærd fyri yvirgang o.a.t., óalment fyri at hava givið andstøðuni eina rødd. Talufrælsið er undir stórum trýsti og tann frælsi journalistikkurin í­ stórum vanda. Trýstið á talufrælsið…

TÍGGJU ÁRA FONGSUL FYRI AT SENDA SKEMT VÍÐARI

TÍGGJU ÁRA FONGSUL FYRI AT SENDA SKEMT VÍÐARI

Tað byrjaði sum skemt, men endaði við tíggju ára fongsli. Fomusoh Ivo Feh sendi einum vinmanni eini speisk sms-boð um Boko Haram, og síðan fór tann høpisleysa sakin fullkomiliga av sporinum. Ivo og vinmenninir vórðu handtiknir, settir fyri ein hernaðardómstól og dømdir fyri virksemi, sum hevur samband við yvirgang. Teir skulu nú í fongsul í…

LESANDI Í VANDA FYRI 14 ÁRA FONGSULSREVSING FYRI AT FINNAST AT UMHVØRVISPOLITIKKI

LESANDI Í VANDA FYRI 14 ÁRA FONGSULSREVSING FYRI AT FINNAST AT UMHVØRVISPOLITIKKI

Í Bangladessj er 22 ára gamli Dilip Roy í vanda fyri 14 ára fongsulsrevsing fyri í tveimum uppsløgum á Facebook at hava funnist at umhvørvispolitikkinum hjá forsætisráðharranum. Roy situr í løtuni á politistøðini í Rajshahi, eftir at dómarin sýtti fyri at sleppa honum leysum móti veðhaldi.  Í tveimum uppsløgum á Facebook fanst Roy at forsætisráðharranum,…

IRAN: KANNA UM LISTARFÓLK ER JOMFRÚ

IRAN: KANNA UM LISTARFÓLK ER JOMFRÚ

Í einum av mest harðrendu fongslinum í Iran bíðar 29 ára gamla Atena Farghadani. Hon hevur kært málið og bíðar eftir avgerðini. Ímeðan verður hon eyðmíkt av myndugleikunum, sum millum annað hava kravt kanning, ið kann vísa um hon hevur verið í song við nøkrum, og um hon er við barn. Iranska listarkvinnan er dømd…