Tað byrjaði sum skemt, men endaði við tíggju ára fongsli. Fomusoh Ivo Feh sendi einum vinmanni eini speisk sms-boð um Boko Haram, og síðan fór tann høpisleysa sakin fullkomiliga av sporinum. Ivo og vinmenninir vórðu handtiknir, settir fyri ein hernaðardómstól og dømdir fyri virksemi, sum hevur samband við yvirgang. Teir skulu nú í fongsul í tíggju ár.
Framtíðin hjá Fomusoh Feh var annars lovandi. Hann skuldi byrja á universitetinum í Kamerun, har hann býr. Men eini sms-boð endavendu øllum.
Ein dagin fekk Ivo soljóðandi sms-boð:
”Boko Haram sóknast eftir ungum, 14 ár og eldri, til hertænastu. Upptøkutreytir: 4 fak á miðnámsstigi, og eitt skal vera átrúnaður.”
Skemtið hjá vinmanninum snúði seg um, hvussu torført tað er at fáa arbeiði uttan ta røttu útbúgvingina og royndirnar. Í skemti søgdu teir, at sjálvt ikki Boko Haram skoytti um teg, um tú ikki stóðst teg væl til próvtøkurnar.
Tá ið Ivo hevði fingið sms-boðini, sendi hann vinmanninum Azah tey, sum so aftur sendi einum øðrum vinmannni, miðnámsskúlanæmingnum Afuh, tey. Lærarin hjá Afuh legði hald á telefonina hjá honum, sá boðini og vísti politinum tey. Ivo, Azah og Afuh vórðu allir handtiknir.
Familjan hjá Ivo frætti einki um, at hann var handtikin. Tey settu seg í samband við politistøðina á staðnum at melda hann horvnan, men fingu einki at vita. Ikki fyrr enn Ivo varð fluttur í fongslið í Yaoundé, fekk hann samband við beiggja sín.
Ivo og vinmenninir vórðu settir fyri eini hernaðardómstól, sum dømdi teir tíggju ára fongsul fyri ”brotsverk, sum hava samband við yvirgang”.
Amnesty metir Ivo, Azah og Afuh at vera samvitskufangar. Hjálp okkum at fáa teir leysar – skriva undir!