Turkaland hevur nú heimsmetið í at seta journalistar í geglið. Triðingurin av øllum fongslaðum journalistum, miðlafólkum og blaðstjórum í heiminum situr nú í turkiskum fongslum. Alment eru tey ákærd fyri yvirgang o.a.t., óalment fyri at hava givið andstøðuni eina rødd. Talufrælsið er undir stórum trýsti og tann frælsi journalistikkurin í stórum vanda.
Trýstið á talufrælsið í Turkalandi er vaksið støðugt tey seinnu árini. Mótmælisgongur verða niðurbardar við harðskapi, tilfar á netinum verður sensurerað, og heimasíður verður stongdar. Síðan kvettroyndina í juli hava myndugleikarnir jagstrað allar óheftar fjølmiðlar. Meira enn 120 journalistar og miðlafólk eru afturhildin, og 160 dagbløð, sjónvarsprásir, útvarpsstøðir o.t. eru stongd við tvingsli. Eitt tað størsta dagblaðið, Zaman, fekk í fjør nýggja leiðslu – sum dómsvaldið hevði tilnevnt.
Journalistarnir verða í høvuðsheitum ákærdir fyri yvirgang, propaganda og ætlanir um at fella stjórnina. Yvirhøvur eru prógvini annaðhvørt veik ella ikki til. Nógv tey flestu eru fongslað fyri slíkt, sum tey hava skrivað.
FJØLMIÐLAFRÆLSI Í ANDRÓÐRI
Hugsa tær eitt land við ongum frælsum miðlum. Eitt land, har kunningin um umheimin er avmarkað. Eitt land, har bara ávísar hugsanir fáa rúmd. Eitt land, har alt alment orðaskifti er partískt. Eitt land, har myndugleikar og stovnar ikki opið og gjøgnumskygt kunnu standa til svars.
Óheftir miðlar eru ein aðaltáttur í einum vælvirkandi, pluralistiskum samfelag. Teir hava ein týðandi leiklut, tá ið rætturin til frælst at bera sína hugsan fram skal útinnast. At leita sær og at taka ímóti alskyns kunning er ein mannarættur. Óheftir miðlar eru avgerandi, tá ið valdið skal standa til svars fyri sínar gerðir.
Tað snýr seg ikki um rættar ella skeivar hugsanir; tað snýr seg um at sleppa báðum pørtum til orðanna.
Enn eru teir óheftu miðlarnir í Turkalandi ikki heilt týndir, men teir eru illa løstaðir. Fjølmiðlafrælsið er í stórum vanda, og tað er talufrælsið eisini. Tað er nú, vit skulu rætta eina hjálpandi hond. Journalistar og onnur miðlafólk skulu sleppa at útinna sítt arbeiði. Journalistikkur er einki brotsverk.
DØMIR
HITT TVEIR HANDTIKNAR JOURNALISTAR
Í desembur í fjør varð Ahmet aftur afturhildin, hesa ferð skuldsettur fyri at hava framleitt propaganda fyri tann kurdiska arbeiðaraflokkin PKK og felagsskapin, sum stjórnin kallar Feto (Fethullahis Terrorist Organisation) og sigur vera undir leiðslu av Fethullah Gülen, sum Erdogan forseti leggur undir at hava skipað fyri tí miseydnaðu kvettroyndini í fjør summar.
Í fyrstu syftu sat Ahmet tveir dagar í Metris-fonslinum í Istanbul í einum skitnum kliva við ongum vatni. Hann slapp ikki at hitta sínar sakførarar og fekk ikki boð um, at teir høvdu roynt at vitjað hann. Hann er nú fluttur í Silivri-fongslið, har hann situr í kliva saman við tveimum øðrum fangum. Familjan sleppur bara at vitja hann eina ferð um vikuna, og tá verður lurtað eftir hvørjari samrøðu. Hann sleppur ikki fáa bøkur, brøv ella dagbløð uttanífrá.
”Fongslingin av Ahmet er ein boðskapur til teirra, sum enn eru uttanfyri: Sáa iva um okkum, um tú torir – sig tína hugsan, um tú torir.”
Yonca Verdioğlu, kona Ahmet Şık
Asli Erdogan: Afturhildin frá 16. august til 29. desembur 2016
Tann ummælarafagnaði rithøvundurin, Asli Erdogan, sat næstan fimm mánaðir í fongsli fyri at hava arbeitt sum sjálvboðin ráðgevi og høvundur á tí nú stongda kurdiska dagblaðnum Özgür Gündem.
Vápnaðir og í maskum komu politistar heim til hennara klokkan trý á morgni. Í átta tímar rannsakaðu teir heimið, m.a. 3.500 bøkur og notat. Hóast eingi prógv spurdust burtur úr rannsóknini, handtóku teir hana og skuldsettu hana fyri yvirgang.
“Á politistøðini varð eg sett í ein kliva, sum var 2 x 4 m, saman við trimum øðrum kvinnum. Har vóru eingi vindeygur, og ljósið var tendrað alla tíðina. Vit sluppu bara á ves, tá ið starvsfólkini tímdu at fylgja okkum. Eg blundaði ikki ta fyrstu náttina.”
Tá ið Asli kom í rættin, væntaði hon at verða leyslatin. Hon var hóast alt ongantíð lógsøkt fyri nakað, sum hon hevði skrivað, og sum ráðgevi hjá dagblaðnum hevði hon ikki havt løgfrøðiliga ábyrgd av innihaldinum í blaðnum. Men dómarin sendi hana aftur í klivan at bíða eftir tí endaliga rættarmálinum. Asli Erdogan er varandi sjúk, og sjúkan versnaði í fongslinum
“Tað ringasta í fongslinum var kuldin frá septembur og fram. Einaferð varð eg flutt í ein kliva við 20 øðrum kvinnum. Teirra hjástøða helt mær á lívi.”
Asli Erdogan varð umsíðir leyslatin móti veðhaldi. Hon bíðar enn eftir endaligum dómi.
”Eg havi ikki skrivað eitt orð, síðan eg varð leyslatin. Eg vænti, at tað gongur rúm tíð, áðrenn eg aftur kann skriva. Eg royni at koma aftur fyri meg. So leingi eg var í fongslinum, megnaði eg at halda á, men síðan eg varð leyslatin, havi eg veruliga merkt tær likamligu avleiðingarnar.”