ISSA AMRO ER KENDUR FYRI AT PRÆDIKA AKTIVISMU UTTAN HARÐSKAP. MEN Í EINI ROYND AT KØVA HANSARA ATFINNINGARSOMU RØDD ÁKÆRIR ÍSRAELSKI HERURIN HANN NÚ VIÐ 18 HØPISLEYSUM OG ÍSPUNNUM ÁKÆRUPUNKTUM. TIL DØMIS SNÝR EIN AV ÁKÆRUNUM SEG UM EIN TILBURÐ, SUM FÓR FRAM, MEÐAN ISSA SAT VARÐHALDSFONGSLAÐUR. STUÐLA TÍ FRIÐARLIGA MANNARÆTTINDAARBEIÐINUM HJÁ ISSA.
Issa Amro er ein palestinskur mannarættindastríðsmaður, sum stendur á odda fyri bólkinum Ung ímóti búsetingum í Hebron. Av tí at hann og bólkurin prædika aktivismu uttan harðskap, kalla fólk hann ofta tann palestinska Ghandi. Bólkurin stríðist ímóti teimum ólógligu búsetingunum í Hebron og mismuni ímóti palestinum. Issa Amro skjalprógvar mannarættindabrot í býnum, skipar fyri friðarligum mótmælistiltøkum og gevur vitjandi, journalistum og diplomatum kunnandi tilfar um búsetingarnar og ta ísraelsku hersetingina.
Stutt fyri handtøkuna í fjør mótmælti Issa Amro, at palestinar ikki sleppa at ferðast í summum økjum í Hebron, eitt nú al-Shuhada-gøtuni. Júst henda gøtan varð avbyrgd í 1994, eftir at ein ísraelskur búsetingur hevði skotið og myrt 29 palestinar, sum hildu bøn við Ibrahimi-moskuna (eisini nevnd Fedranna helli), sum er halgistaður hjá bæði muslimum og jødum.
Forðingarnar í tí gamla býnum galda bara fyri palestinar, ikki jødar og onnur vitjandi. Fólk á staðnum eru tí farin at kalla gøtuna Apartheid-gøtuna og mótmæla hvørt ár forðingini.
18 HØPISLEYS PUNKT
Herurin hevur sett fram 18 høpisleysar og íspunnar ákærur ímóti Issa Amro, sum fevna um alt frá at hava ”vanært ein hermann” til ”harðskap”. Ein ákæra snýr seg enntá um ein tilburð, sum fór fram, meðan Issa sat varðhaldsfongslaður. Ein videoupptøka av tilburðinum vísir eisini greitt, at tað er ein annar maður, sum er sekur. Issa noktar seg sekan í øllum ákærum.
”Bylgjan av ákærum móti Issa Amro tolir ikki nærri eftirkanning. Ísraelskir myndugleikar hava verið so altráir eftir at teppa hann og geva mannarættindaarbeiðinum hjá honum eitt skot fyri bógvin, at teir enntá hava tikið eitt avgreitt mál upp aftur. Verður hann dømdur, rokna vit Issa Amro at vera samvitskufanga”, sigur Magdalena Mughrabi, varaaðalstjóri hjá Amnesty International í Miðeystri og Norður-Afrika.
MANNARÆTTINDASTRÍÐSFÓLK FYRI SKOTUM
Ágangurin á Issa Amro er einki eindømi. Kanningar hjá Amnesty International vísa, at mannarættindastríðsfólk í heilum eru fyri ágangi, bæði frá tí ísraelska herinum, politinum og búsetingum. Millum ræðsluvápnini, sum skulu køva øll, sum stríðast fyri mannarættindum, teljast tilvildarligar handtøkur, harðskapur, píning og drápshóttanir.
Ágangurin rakar serliga palestinskar, men eisini ísrealskar, aktivistar. Breaking the Silence er ein bólkur av ísraelskum hermonnum, sum savnar vitnisburðir frá hermonnum og skjalprógvar ágang, sum tann ísraelski herurin fremur. Síðan desembur 2015 hevur stjórnin skipað fyri einum virknum átaki at máa støðið undan arbeiðinum hjá felagsskapinum, eitt nú við at forbjóða felagsskapinum at halda fyrilestrar fyri skúlanæmingum og lesandi.
Tað er staðfest við fleiri ST-samtyktum, at tær ísraelsku búsetingarnar eru ólógligar sambært altjóðarætti. Í desembur 2016 álegði Trygdarráðið hjá ST við eini samtykt ísraelskum myndugleikum alt fyri eitt at taka tær ólógligu búsetingarnar av. Hersetingin hevur nú vart í 50 ár.