VIKA SEX 2021

Fyriskipararnir handan Viku Sex hava aftur í ár skipað soleiðis fyri, at fyrsta árs næmingar á yrkis- og miðnámsskúlum og Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík fáa seksualundirvísing í Viku Sex. Tað er felagið Kyn, sum kemur at standa fyri undirvísingini. Byrjað verður í dag í Suðuroy, Vestmanna og í Klaksvík og hildið verður fram týsdagin og mikudagin…

Tendra eitt ljós – tað birtir vón!

Tendra eitt ljós – tað birtir vón!

Altjóða mannarættindadagur 10. desember 2020 Í dag er altjóða mannarættindadagur. Dagurin har vit varpa ljós á tey rættindi, sum vórðu samtykt í ST við Heimsyvirlýsingini um mannarættindi í 1948. Stovnarin av Amnesty International, Peter Benenson, valdi at minnast hendan dagin við at tenda eitt ljós at minnast øll tey, sum framvegis ikki hava hesi rættindi.…

2020: Áheitanir um harðskap øktar við 50%

2020: Áheitanir um harðskap øktar við 50%

25. November 2020: Altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum: Í dag er Altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum. Hetta er ein dagur, har vit varpa ljós á, at harðskapur móti kvinnum er ein samfelagstrupulleiki, sum er áleikandi í flestu londum kring heimin – eisini í Føroyum. Og sambært nýggjastu tølunum hjá Kvinnuhúsinum er 2020 eitt…

Skriva fyri lívi 2020

Skriva fyri lívi 2020

Skriva fyri lívi er eitt altjóða átak, har fólk kring allan heim skriva brøv. Vit skriva áheitanarbrøv til myndugleikar og samhugabrøv til mannarættindaverjar. Vit birta vón við hvørjum brævið og í einum av trimum málum síggja vit eina ítøkiliga broyting. Vit bjarga lívum við orðum. Ein heilt stuttur setningur, ein mynd ella eitt hjarta kann…

Sara Omar

“Tá eg lati eyguni aftur, síggi eg deyð menniskju” – Sara Omar

Sara Omar kemur til Føroyar at tosa um skaldsøgur sínar Dødevaskeren og Skyggedanseren. Skaldsøgurnar hjá Sara Omar hava elvt til nógv kjak, serliga tí tær viðgera so viðkvom evni sum kvinnukúgan, blóðskemd, pedofili, harðskap ímóti kvinnum og børnum, og hvussu mentan, religión og samfelagsskipanir ávirka lívsmøguleikarnar hjá kvinnum og gentum. Skaldsøgurnar byggja á veruligar hendingar.…

Kanning um mannarættindi og barnarættindasáttmálan

Kanning um mannarættindi og barnarættindasáttmálan Í næstum fer Amnesty í samstarvi við Barnabata og Barnaumboðsmannin at gera eina kanning um vitanina hjá børnum og ungum um mannarættindi og barnarættindasáttmálan. Fyri framhaldandi at kunna upplýsa um grundleggjandi rættindi og menna tilfar til børn og ung, ynskir Amnesty at fáa vitan um, hvat børn og ung vita…

IRAN: 16 ÁRA FONGSUL FYRI AT FARA ÚR HIDJABINI

IRAN: 16 ÁRA FONGSUL FYRI AT FARA ÚR HIDJABINI

EIN UNG IRANSK KVINNA FÓR ÚR HIDJABINI OG BJÓÐAÐI KVINNUM BLÓMUR Á EINI TOKSTØÐ Í TEHERAN. TAÐ KOSTAR HENNI NÚ 16 ÁR Í FONGSLI. HJÁLP OKKUM AT FÁA HANA FRÍKENDA! Altjóða kvinnudagin tann 8. mars fór 24 ára gamla Yasaman Aryani úr hidjabini. Saman við mammuni og eini vinkonu bjóðaði hon kvinnum blómur á tokstøðini…

PÓLLAND: SLEPPIÐ ØLLUM ÁKÆRUM MÓTI KVINNULIGUM LGBTI-AKTIVISTI

PÓLLAND: SLEPPIÐ ØLLUM ÁKÆRUM MÓTI KVINNULIGUM LGBTI-AKTIVISTI

EIN KENDUR PÓLSKUR LGBTI- OG MANNARÆTTINDAAKTIVISTUR KANN FÁA TVEY ÁRA FONGSULSREVSING. HON ER ÁKÆRD FYRI AT HAVA VANÆRT ÁTRÚNAÐ, TÍ AT HON HEVUR ÁTT TILFAR VIÐ MYNDEVNUM AV MARIU MOY VIÐ ÆLABOGALITTUM LJÓMA UM HØVDIÐ. HJÁLP OKKUM AT FÁA ELŻBIETA PODLEŚNA FRÍKENDA.   Elżbieta Podleśna er ein kend mannarættindastríðskvinna í Póllandi. Hon er virkin oddakvinna…

SUDAN: STEÐGIÐ VALDSGERÐUNUM MÓTI FRIÐARLIGUM MÓTMÆLISFÓLKUM

SUDAN: STEÐGIÐ VALDSGERÐUNUM MÓTI FRIÐARLIGUM MÓTMÆLISFÓLKUM

FRIÐARLIG MÓTMÆLISFÓLK VERÐA ÁLOPIN OG MYRD EFTIR BOÐUM FRÁ SUDANSKUM MYNDUGLEIKUM. SKRIVA UNDIR OG HJÁLP OKKUM AT STEÐGA TEIMUM ÓGVISLIGU SAMANBRESTUNUM MILLUM HERIN OG FÓLKIÐ. Síðan desembur 2018 hava djarvir sudanarar mótmælt á gøtum og torgum til frama fyri frælsi, frið og rættvísi í landinum. Tey friðarligu mótmælini høvdu í apríl við sær, at forsetin…