Kanning um mannarættindi og barnarættindasáttmálan
Í næstum fer Amnesty í samstarvi við Barnabata og Barnaumboðsmannin at gera eina kanning um vitanina hjá børnum og ungum um mannarættindi og barnarættindasáttmálan. Fyri framhaldandi at kunna upplýsa um grundleggjandi rættindi og menna tilfar til børn og ung, ynskir Amnesty at fáa vitan um, hvat børn og ung vita um síni rættindi. Tí verður farið undir at gera eina kanning í millum føroyskir fólkaskúlanæmingar í 6. til 10. flokki. Gallup Føroyar hevur gjørt eina umboðandi útveljing í millum allir fólkaskúlar í Føroyum, og eitt elektroniskt spurnablað verður sent til útvaldu skúlarnar.
Kanningin hjá Amnesty byggir á stórar danskar kanningar, sum UNICEF Danmark hevur gjørt í 2014, 2017 og 2019 saman við Institut for Menneske Rettigheder. Hetta eru spurnaskemakanningar, sum eru svaraðar av fleiri enn 1.000 donskum skúlabørnum í 6. til 10. flokki. Í 2019 er kanningin eisini gjørd í Grønlandi. Kanningin hjá okkum verður gjørd eftir sama leisti sum hesar, við at senda út eitt spurnablað til føroysku fólkaskúlarnar.
30 ár síðani barnarættindasáttmálin varð settur í gildið
Í 2019 vórðu tað 30 ár síðani at barnarættindasáttmálin varð settur í gildið. Tað er altjóða undirtøka um rættindini hjá børnum, og hóast tað eru gjørdir nógvir batar á barnarættindaøkinum seinastu áratíggjuni, so eru tað enn stórar avbjóðingar.
Danska kanningin frá 2019 vísir, at næstan helvtin (45%) av donskum skúlabørnum ikki vita, hvat barnarættindasáttmálin er, og meðan 5% siga seg kenna sáttmálan væl. Tað kemur eisini fram í kanningini, at fimti hvør næmingur (20%) heldur at tað er í lagið, at løgreglan nýtir tortur í ávísum støðum, og 30% eru hvørki fyri ella ímóti tí. Tað sæst eisini aftur í kanningini frá 2019 at kunnleikin til mannarættindi og barnarættindasáttmálan eru minkað síðani kanningina í 2017.
Eingin slík kanning um vitanina hjá børnum og ungum er gjørd í Føroyum, og tí verður farið undir hetta arbeiðið við at gera eina føroyska kanning.