EIN UNG IRANSK KVINNA FÓR ÚR HIDJABINI OG BJÓÐAÐI KVINNUM BLÓMUR Á EINI TOKSTØÐ Í TEHERAN. TAÐ KOSTAR HENNI NÚ 16 ÁR Í FONGSLI. HJÁLP OKKUM AT FÁA HANA FRÍKENDA!
Altjóða kvinnudagin tann 8. mars fór 24 ára gamla Yasaman Aryani úr hidjabini. Saman við mammuni og eini vinkonu bjóðaði hon kvinnum blómur á tokstøðini í iranska høvuðsstaðnum, Teheran.
Ein mánað seinni varð Yasaman handtikin og skuldsett fyri at hava eggjað til siðspillu og skøkjulevnað.
HÓTT TIL AT JÁTTA SEG SEKA
Iranska trygdarløgreglan handtók Yasaman tann 10. apríl. Í níggju dagar varð hon afturhildin á eini varðhaldsmiðstøð, har ið hon varð trýst til at játta, at andstøðufólk uttanlands høvdu eggjað henni til at fara úr hidjabini og bjóða blómur.
Myndugleikarnir hóttu Yasaman við eisini at handtaka hennara vinir og familju, um hon ikki játtaði sína ’misgerð’.
Yasaman varð sett í Shahr-e Rey-fongslið. Hetta er eitt fongsul fyri kvinnur, sum eru dømdar fyri álvarslig harðskapsbrotsverk. Hon er nú flutt í Evin-fongslið í Iran, sum sigst vera uppaftur verri. Her verða fangar avbyrgdir, avhoyrdir við ongum sakførara og í summum førum píndir.
DØMD FYRI FRIÐARLIGA AKTIVISMU
Mamma Yasaman, Monireh Arabshahi, varð eisini handtikin. Í maimánað vórðu tær báðar skuldsettar fyri ’brotsverk móti tjóðartrygdini’, ’at breiða út propaganda móti politisku skipanini’ og ’at fyrireika og eggja til siðspillu og skøkjulevnað’ við at ganga so berar.
Í veruleikanum hava Yasaman og mamman bara í allari friðarligheit mótmælt kravdum hidjabbrúki og talað fyri kvinnurættindum.
At gera kvinnur og gentur, sum ikki eru í hidjab, til brotsfólk, er eitt víðgongt dømi um kynmismun.
HJÁLP OKKUM AT KREVJA, AT YASAMAN OG HINAR BÁÐAR FONGSLAÐU KVINNURNAR VERÐA LEYSLATNAR BEINANVEGIN. KVINNUR Í IRAN HAVA RÆTT TIL AT MÓTMÆLA KRAVDUM HIDJABBRÚKI. SKRIVA UNDIR NÚ!
VIT KREVJA:
- at Yasaman Aryani verður leyslatin beinanvegin og treytaleyst,
- at kvinnurnar, sum í løtuni eru varðhaldsfongslaðar fyri síni friðarligu mótmælir móti kravdum hidjabbúki, verða leyslatnar treytaleyst – teirra millum mamma Yasaman, Monireh Arabshahi,
- at kvinnur í Iran sleppa at halda fram við sínum týdningarmikla mannarættindaarbeiði uttan at skula óttast fyri ágangi og rættarsókn,
- og at myndugleikarnir taka mismunarlógir av og virða rættin hjá kvinnum at ráða sær sjálvum.
BAKSÝNI
Iransku myndugleikarnir hava álagt gentum niður í sjey ára aldur at brúka hidjab. Gentur og kvinnur, sum ganga ímóti áleggingini, eru dagliga fyri ágangi og harðskapi frá løgregluni og øðrum, sum taka undir við áleggingini. Kvinnur verða ofta slignar í andlitið, lagdar í handjørn og koyrdar burtur í løgreglubilum. Sambært lógini kunnu kvinnur og gentur niður í 9 ára aldur revsast við sekt og fongsli.
Fleiri kvinnur eru farnar at filma valdsgerðirnar fyri at vísa umheiminum, at tær eru fyri ágangi og verða álopnar orsakað av áleggingini. Hetta hevur havt við sær, at statsmiðlar hava sett eina herferð í verk ímóti kvinnunum, sum stríðast ímóti hidjabáleggingini.
Amnesty hevur fingið upplýsingar um, at fleiri kvinnur hava fingið hóttandi telefonuppringingar frá iransku fregnar- og trygdartænastunum. Kvinnurnar verða ávaraðar um, at tær verða handtiknar, um tær halda fram at mótmæla kravdum hidjabbrúki.