FRIÐARLIG MÓTMÆLISFÓLK VERÐA ÁLOPIN OG MYRD EFTIR BOÐUM FRÁ SUDANSKUM MYNDUGLEIKUM. SKRIVA UNDIR OG HJÁLP OKKUM AT STEÐGA TEIMUM ÓGVISLIGU SAMANBRESTUNUM MILLUM HERIN OG FÓLKIÐ.
Síðan desembur 2018 hava djarvir sudanarar mótmælt á gøtum og torgum til frama fyri frælsi, frið og rættvísi í landinum. Tey friðarligu mótmælini høvdu í apríl við sær, at forsetin í landinum, Omar al-Bashir, varð settur frá. Tann fyrrverandi heryvirmaðurin hevði tá sitið á valdinum í landinum, líka síðan hann tók tað undir einum hernaðarkvetti í 1989.
Fólk fegnaðust og væntaðu sær nýggjar tíðir í landinum, tá ið tíðindini bórust, at al-Bashir var settur frá. Men fagnaðurin fekk bráðan enda. Tá ið samráðingarnar um eina fólkaræðisliga stjórn slitnaðu fáar vikur seinni, tók herurin valdið í landinum.
LÍK TVEITT Í NILÁNNA
Tann 3. juni í ár lógu meira enn 100 fólk eftirá, tá ið hereindin Rapid Support Forces fór at skjóta frá hond eftir friðarligum mótmælisfólkum. Fleiri av líkunum vórðu tveitt í Nilánna.
Tær eirindaleysu valdsgerðirnar móti mótmælisfólkunum halda fram, og tað ljóðar, at skot eru latin av og koyril og stavur brúktir. Javnan verða eisini táragass og gummikúlur brúkt móti mótmælisfólkunum.
Tað hernaðarliga skiftisráðið í landinum hevur nú viðgingið, at álopini tann 3. juni vórðu framd við vilja, men sigur, at tað var eitt mistak, at meira enn 100 fólk lógu eftirá og meira enn 700 vórðu særd.
ALTJÓÐA TRÝST
Tað er umráðandi at vísa, at altjóðasamfelagið stuðlar mótmælisfólkunum í teirra krøvum og átalar álopini á sakleys fólk, sum bara brúka sín mannarætt at mótmæla friðarliga.
Forsætisráðharrin í Etiopia hevur eisini ein týðandi leiklut at ávirka støðuna í grannalandinum. Vit eggja altjóðasamfelagnum til at halda fram at leggja trýst á sudanskar myndugleikar, so at valdsgerðirnar móti mótmælisfólkunum halda uppat.
AMNESTY KREVUR:
- at myndugleikarnar í stundini steðga teimum eirindaleysu álopunum á friðarlig mótmælisfólk,
- at hereindin Rapid Support Forces verður tikin av gøtunum, og
- at sudanska fólkið aftur fær atgongd at sosialum miðlum og ikki longur verður avmarkað í samskiftinum við umheimin.
SKRIVA UNDIR OG HJÁLP OKKUM AT LEGGJA TRÝST Á SUNDANSKAR MYNDUGLEIKAR, SO AT VIT FÁA STEÐGAÐ VALDSGERÐUNUM MÓTI SUDANSKA FÓLKINUM.
BAKSÝNI
Sambært sudanskum myndugleikum eru fleiri túsund mótmælisfólk handtikin síðan tey fyrstu mótmælini í desembur í fjør. Mótmælini kyknaðu, tá ið tann metstóra inflatiónin í landinum hevði við sær, at bensin, ravmagn, matur og heilivágur dýrkaðu ógvisliga.
Í fongslinum verða mótmælisfólkini pínd og sleppa ikki undir læknahond. Tað ljóðar, at trygdarherlið hava gjørt innrás í privat heim, lagt hald á fartelefonir og brúkt táragass og harðskap móti húsfólkunum.
Myndugleikarnir hava nú stongt fyri teimum sosialu miðlunum, og fjølmiðlafólk í landinum hava fingið forboð fyri at skriva um mótmælini. Hetta ger tað lættari hjá myndugleikunum at fjala út yvir valdsgerðir og forða sudanarum at samskifta sínámillum. Valdsgerðirnar móti mótmælisfólkum hava vundið upp á seg, síðan undantaksstøða varð lýst í landinum tann 22. februar.
Rapid Support Forces er ein statsfíggjað eind av monnum, sum myndugleikarnir hava kallað inn av gøtuni og gjørt út við vápnum. Menninir hava onga formliga venjing ella útbúgving í at handfara sokallað uppreistrarfólk. Tey vápnaðu herliðini fíra ongum fyri, tá ið tey útinna sín setning. Tann hálvhernaðarliga Janjaweed-eindin, sum átti sín lut í fólkamorðinum í Darfur í 2003, er í dag partur av Rapid Support Forces.