Skriva fyri lívi er eitt altjóða átak, har fólk kring allan heim skriva brøv. Vit skriva áheitanarbrøv til myndugleikar og samhugabrøv til mannarættindaverjar. Vit birta vón við hvørjum brævið og í einum av trimum málum síggja vit eina ítøkiliga broyting. Vit bjarga lívum við orðum.
Ein heilt stuttur setningur, ein mynd ella eitt hjarta kann gera størri mun, enn tú kanst ímynda tær.
Hevur tú spurningar ring ella skriva:
Vit senda og posta fegin øll brøvini fyri tykkum.
Nassima AL-SADA, Saudi Arabia
Nassima situr í fongsli, tí hon hevur arbeitt og tosað hart um manglandi rættindi hjá kvinnum.
Alt sítt lív hevur Nassima virkað fyri kvinnurættindum í Saudi Arabia. Hon er ein av fleiri kendum aktivistum, sum hava arbeitt saman fyri rættindum hjá kvinnum í Saudi Arabia at koyra bil, og at flyta seg runt uttan at mannliga verji teirra skulu góðkenna hetta.
Í Saudi Arabia er lóggávu, sum áleggur kvinnum at biðja um loyvi frá sínum mannaliga verja, tá tær skulu nakað. Tað kann vera alt frá stórum til smá ting, s.s. at fara út, at ferðast, at gifta seg, at arbeiða og at søkja sær heilsuhjálp. Fleiri av hesum lógunum eru broyttar og eru mildari í dag enn fyri fáum árum síðani. M.a. tí at Nassima og aðrar við henni hava arbeitt fyri at fáa hesar lógir broyttar.
Andsøgnin er tó, at fleiri av hesum kvinnum framvegis sita handan rimar.
Í 2016 skrivaði Nassima “Hví er tað ikki ásettur ein aldur, tá ein kvinna er vaksin, og sjálv kann taka ábyrgd fyri egnum lívi og avgerðum í lívi sínum?”
Nassima varð handtikin fyri hennara friðarliga mótmæli í juli 2018. Í fongslinum hevur hon verið fyri píning. Hon hevur verið avbyrgd frá hinum fangunum frá feburar 2019 til feburar 2020. Hon sleppur at ringja einaferð um vikuna, men tey noktað henni vitjan. Sakførari hennara sleppur heldur ikki at vitja hana. .
Hóast alt hetta hevur Nassima og familja hennara ikki mist vónina. Og tað skulu tey heldur ikki.
Tú kanst vera við til at halda vónini uppi og at heita á myndugleikarnar í Saudia Arabia um at lata Nassimu leysa beinanvegin.
BRØV BJARGA LÍVUM
Ert tú lærari – Ger sum Rannvá!
…fyri at læra næmingarnar, at eisini tey kunnu gera mun!
At skriva brøv egnar seg stak væl til undirvísing í m.a. føroyskum, kristni, donskum, sponskum, enskum, samfelagsfrøði og øðrum.
EIN PARTUR AV UNDIRVÍSINGINI
Um tú ynskir at knýta frálæru í mannarættindum og/ella brævaskriving at ávísum lærugreinum, hava vit nøkur hugskot til, hvussu hetta kann gerast.
Málini, vit skriva fyri, eru eitt gott grundarlag fyri etiskum og moralskum kjaki um rættindi, ábyrgd og skyldur. Næmingarnir fáa styrkt teirra fatan av umheiminum og okkara sambandi við onnur lond og menniskju.
Søga og samfelagsfrøði: her kundi verið undirvíst í heimsyvirlýsingini hjá ST og hvussu vit yvirhøvur fingu yvirlýsingina at byrja við. Í eldru flokkunum kundi eisini verið komið inn á ST, um felagsskapir, demokrati og rættarsamfelag og politiskar ideologir. Eisini ber til at koma inn á søguna og støðuna hjá ávísa landinum.
Føroyskt, danskt, enskt, spankt og franskt: næmingarnir kunnu fáa vitan um, hvussu ávís orð og ávíst mál kann rigga. Hetta kann læra tey at úttrykkja seg klárt og samanhangandi í einum formi, sum hóskar seg til slagi av brævi og støðuna. Og er málið frá einum landi, hvør mál næmingarnair læra, er jú euðsæð at skriva brævið á hesum máli.
Landalæra: her ber til at koma inn á heimspartar, lond og mentanir.
- SOLEIÐIS VIRKAR TAÐ:
- AMNESTY KANNAR MANNARÆTTINDABROT KRING ALLAN HEIM
- NØKUR MÁL VERÐA VALD ÚT TIL ÁTAKIÐ “SKRIVA FYRI LÍV”
- FÓLK KRING ALLAN HEIM SKRIVA BRØV
- BRØVINI KOMA FRAM
- VÓN BIRTIST. FANGAR VERÐA LEYSLÆTNIR. UMSTØÐUR VERÐA BETRAÐARAMNESTY FÆR AFTURMELDINGAR, SUM VÍSA, AT BRØVINI GERA MUN
Eg skrivi fyri lívi, tí vit gera mun
Annika skrivar brøv, og tað hevur omma Anniku eisini gjørt í nógv ár
…Vit skriva, tí tað vit gera mun!
Eg skrivi fyri lívi, tí vit gera mun!
Um tú hevur fyrispurningur, ynskir at keypa ljós, fáa postkort sendandi ella okkurt annað, kanst tú altíð seta teg í samband við okkum á tel 235817 ella við at senda ein teldupost til katrin@amnesty.fo.