EIN KENDUR PÓLSKUR LGBTI- OG MANNARÆTTINDAAKTIVISTUR KANN FÁA TVEY ÁRA FONGSULSREVSING. HON ER ÁKÆRD FYRI AT HAVA VANÆRT ÁTRÚNAÐ, TÍ AT HON HEVUR ÁTT TILFAR VIÐ MYNDEVNUM AV MARIU MOY VIÐ ÆLABOGALITTUM LJÓMA UM HØVDIÐ. HJÁLP OKKUM AT FÁA ELŻBIETA PODLEŚNA FRÍKENDA.
Elżbieta Podleśna er ein kend mannarættindastríðskvinna í Póllandi. Hon er virkin oddakvinna í stríðnum fyri at gera fosturtøku lógliga í Póllandi og hevur í nógv ár barst móti mismuni móti LGBTI+-fólki í landinum.
Tað var mánamorgunin 6. mai í ár – Elżbieta var júst heimkomin av ferð við Amnesty International í Beliga og Hollandi – at løgreglan kom á gátt hjá henni. Løgreglan segði seg hava funnið ein bunka av plakatum, sum avmyndaðu Mariu moy við ælaboga- og LGBTI-littum ljóma um høvdið.
Elżbieta varð handtikin, og løgreglan helt henni aftur í fleiri tímar. Telefonin og teldan vórðu tiknar frá henni – sjálvt minniskortið í telduni varð verandi í varðveitslu hjá politinum. Elżbieta er nú ákærd fyri at hava vanært átrúnað.
KANN FÁA TVEY ÁRA FONGSULSREVSING
Amnesty heldur ongantíð at tað eigur at vera ein brotsgerð at eiga ella lata øðrum tilfar við einum myndevni av LGBTI-ælabogaflagginum. Øll hava rætt at vísa sína áskoðan, og vit eru øll vard undir talufrælsinum.
Elżbieta verður nú lógsøkt. Hon kann verða dømd tvey ára fongsulsrevsing, verður hon dømd sek í teimum vitleysu ákærunum. Vit halda hetta vera enn eitt dømi um tann ágang og mismun, sum ikki bara Elżbieta Podleśna, men eisini onnur LGBTI+-fólk eru fyri nógvastaðni í heiminum, bara fyri at brúka talufrælsið.
Skriva undir, so vit fáa lagt trýst á pólska innanríkisráðharran, so at allar ákærur móti Elżbieta Podleśna kunnu verða sleptar og hon sleppur at halda fram við síni friðarligu aktivismu.
BAKSÝNI
Leygardagin var á fyrsta sinni skipað fyri Pride-gongu í býnum Bialystok í Póllandi. Sambært CNN tóku um túsund fólk lut í gonguni – sambært pólsku løgregluni tóku fýra ferðir so nógv fólk lut í mótmælistiltøkum at mótmæla Pride-gonguni. Løgreglan mátti gera manngarð um gonguna fyri at verja luttakararnar og mátti eisini brúka bæði ávaringarbrestir og piparsprey, tá ið fólk fóru at grýta steinar eftir gonguni.
Katólska kirkjan, sum er sterk í Póllandi, metir samkyndleika at vera eina hóttan móti pólskum virðum. Eisini hevur pólski erkibiskupurin í Krakow, Marek Jedraszewski, sammett LGBTI-rørsluna í landinum við ta reyðu kommunistisku pestina.
Sambært pólskari lóggávu eru LGBTI-fólk ikki vard móti hatursbrotsverkum.