Í Bangladessj er 22 ára gamli Dilip Roy í vanda fyri 14 ára fongsulsrevsing fyri í tveimum uppsløgum á Facebook at hava funnist at umhvørvispolitikkinum hjá forsætisráðharranum. Roy situr í løtuni á politistøðini í Rajshahi, eftir at dómarin sýtti fyri at sleppa honum leysum móti veðhaldi.
Í tveimum uppsløgum á Facebook fanst Roy at forsætisráðharranum, Sheikh Hasina, fyri at stuðla ætlanunum um at byggja eitt kolorkuverk har suðuri í Bangladessj. Nógv umhvørvisfólk rópa varskó, tí tey bera ótta fyri, at orkuverkið fer at hava skaðilig árin á Sundarbans – heimsins størsta mangrovuskóg.
Dilip Roy, sum gongur á Rajshahi-universitetinum har vesturi í Bangladessj, er aðalskrivari í tí friðarliga studentafelagsskapinum, Biplobi Chhatra Maitri, sum m.a. arbeiðir fyri umhvørvismálum.
Roy er í vanda fyri í minsta lagi 7 ára og heilt upp í 14 ára fongsulsrevsing. Hann verður ákærdur eftir eini serlóg, sum revsar tey, sum m.a. ”kunngera skeivar, ósømiligar og útspillandi upplýsingar í elektroniskum líki”. Myndugleikarnir í Bangladessj brúka dúgliga lógina til at vera eftir og fongsla atfinningarsamar røddir og til at skerja talufrælsið.
HJÁLP DILIP ROY! SKRIVA UNDIR FYRI, AT ÁKÆRURNAR VERÐA SLEPTAR OG HANN VERÐUR LEYSLATIN BEINANVEGIN.
Vit brúka eisini tína undirskrift til at leggja trýst á myndugleikarnar at fáa teir at virða talufrælsið og strika serlógir.