VÁPNAHVÍLD NÚ – DREKAR Í SAMHUGA
Sunnudagin verða tað 100 dagar síðan ræðuliga álopið hjá Hamas á Ísrael. Somuleiðis verða tað 100 dagar í morgin, at Ísrael hevur svarað aftur við áhaldandi bumbuálopum. Ísraelska aftursvarið hevur nú kravt fleiri enn 10.000 barnalív og nógv fleiri eru løstaði. Børn í hópatali eru vorðin foreldraleys, heimleys og hava mist bein og armar. Ísraelski stongsilin av Gasageiranum hevur harafturat ført við sær, at børn ganga svong, tyst og køld, tí tað trótar við neyðsynjarvørum. Stuttleikin og tryggleikin – tað, sum eigur at eyðkenna barnalívið – er tikið frá teimum.
ALTJÓÐA DREKADAGUR
12.350 drekar flugu yvir Al-Waha strondini í Gasageiranum 28. juli 2011. Hendan dagin settu børn í Gasageiranum heimsmet í at vera flest at flúgva við drekum samstundis. At flúgva við drekum er ein ímynd av frælsi, vón og dreymum.
Altjóða drekadagur er sunnudagin 14. januar, og tá verða vit við í einum barnavinarligum samhugatiltaki. Vit fara at byggja og flúgva við drekum, og senda tankar til børnini við ynskjum um frið og vápnahvíld. Eisini senda vit ein boðskap um, at vápnahvíld skal setast í verk beinanvegin. Øll børn eru ósek, og hava rætt til lív, tryggleika og vernd.
GG! Av tí at talan er um eitt barnavinarligt tiltak, verður tosað um støðuna í barnahædd, og atlit verður tikið til aldurin hjá teimum børnunum, sum eru á tiltakinum. Útgangsstøði verður tikið í vegleiðingum hjá Red Barnet og Unicef.
Tiltakið byrjar kl. 12 í Perluni í Tórsgøtu. Amnesty Føroyar og Barnabati siga nøkur orð, og Durita Dahl Andreassen, sjónleikari, fer at lesa eina søgu um palestinsku gentuna, Amal. Vit læra at gera drekar og um, hvussu vit flúgva við drekum á ein tryggan hátt. At enda fara vit at flúgva við drekunum (um veðrið loyvir tí).
Vit hava ymiskt tilfar, tit kunnu brúka, men tit kunnu eisini sjálvi taka egið tilfar við ella ein dreka, um tit eiga ein.
Øll – ung sum gomul – eru hjartaliga vælkomin at krevja vápnahvíld og vísa samhuga við børnunum, sum eru fangaði í stríðnum, saman við okkum.
Samhugi fyri Palestina skipar fyri tiltakinum. Barnabati og Amnesty International Føroyar luttaka.
100 DAGAR Í FANGILSI
Somuleiðis verða tað 100 dagar, at gíslarnir hava sitið í fangilsi, og vilja vit vísa samhuga við gíslunum og teirra avvarðandi, sum Hamas tók 7. oktobur 2023. Amnesty International heitur á Hamas um at leyslata fangarnar beinanvegin.
Amnesty International fordømur øll álop á sivil. Amnesty heitur á, at vápnahvíld verður sett í verk beinanvegin, so atólógligu álopunum hjá øllum pørtum verða steðgaði, talið á deyðum í Gazageiranum og Ísrael heldur uppat at veksa, og hjálparfelagsskapir sleppa framat við lívbjargandi neyðhjálp, vatni og sjúkraveitingum at linna ta ófatiligu menniskjaligu líðingina. Eisini høvdu sjúkrahús kunnað fingið alneyðugan lívbjargandi heilivág, brennievni og útgerð og kunnað umvælt illa farnar deildir. Við vápnahvíld fæst eisini høvi at samráðast um at fáa afturhildnar gíslar í Gazageiranum leyslatnar, og krígsbrotsverk hjá øllum pørtum kunnu verða kannað við óheftum altjóða kanningum, so at endi fæst á revsingarloysinum, sum leingi hevur staðið við, og sum alsamt skapar gróðrarlíkindi fyri nýggjum krígsbrotsverkum.