Vit enda 2020 við lovandi liftum
2020 hevur verið eitt avbjóðandi ár, har útsett hava verið meira útsett. Men hóast hetta hevur verið eitt trupult ár, hava vit nógv at fegnast um í 2020. Les um 41 mannarættindasigrar, í 2020, sum vit kunnu fegnast um.
Tilbúgving fyri neyðtøkuoffur klár í vetur
Her í Føroyum hava vit eisini viðurskifti, sum vit kunnu fegnast um. Á jólum kunngjørdi landsstýrismaðurin í Heilsumálum, at ein ætlan er klár, soleiðis at vit í januar/feburar 2021 fáa eina móttøku fyri fólk, sum hava upplivað neyðtøku ella neyðtøkuroynd. Umboð fyri Amnesty og Kvinnuhúsið hava verið á fundi við bólkin, sum fyrireikar hetta arbeiðið, og vit gleðast um, at arbeiðið er sett ígongd, og at tey ynskja samstarv, soleiðis at vit fáa ein góða loysn.
Fongsulsviðurskifti eru komin á politiska dagskrá
Vit hava eisini orsøk at gleðast um, at vit fáa alsamt fleiri almennar útsøgdir frá politikkarum um, at tað er átrokandi neyðugt at bøta um fongsulsviðurskiftini. Í 2020 hevur Amnesty lagt stóra orku í at varpa ljós á, at føroyskir fangar eru fyri grundleggjandi mannarættindabrotum – bæði í Føroyum, men serliga í Danmark.
Vit gleðast um, at peningur er settur av til at kanna økið, og at tað er settur á skrá ein fundur, har danski løgmálaráðharrin kemur til Føroyar at fáa meira innlit í, hvat føroyingar ynksja til komandi fleirársavtalu um kriminalforsorgina. Vit gleðast eisini um, at løgmaður m.a. í Degi og Viku hevur latið okkum vita, at tey lesa og lurta eftir álvarsomu atfinningunum, sum Amnesty hevur lagt fram ígjøgnum seinasta árið.
Saman gjørdu vit mun
2020 var eisini árið, har vit á fyrsta sinni savnaðust fleiri enn 1000 fólk úti á gøtuni ímóti rasismu. Fleiri enn 1000 næmingar luttóku í undirvísum um Holocaust og onnur fólkadráp. Nærum 1000 miðnámsskúlanæmingar findu seksualundirvísing. Løgmaður staðfest í Kringvarpinum, at sjálvsagt skal lógin endurspegla, at SEX KREVUR SAMTYKKI. Vit fingu í lag samstarv við Dugna um at framleiða endurnýtslu AMNESTYljós. Og Norðurlandahúsið var útselt tvær ferðir, tá vit høvdu serliga vitjan av Saru Omar.
Til øll tykkum, sum á ymiskan hátt stuðla virkseminum fyri mannarættindum í Føroyum. Takk fyri tykkara íkast. Saman broyta vit heimin.
Vit síggjast í 2021.