14 ára gamla Karen varð sum skilst neyðtikin í skúlanum. Hon doyði seinni av avleiddari sjúku. Eingin er nakrantíð drigin til svars fyri morðið. Krev rættvísi fyri Karen og tey avvarðandi.
Tann 22. juni 2021 andaðist Karen-Happuch Aondodoo Akpagher í heiminum í Nigeria av avleiddari sjúku eftir eina neyðtøku.
Neyðtøkan fór sum skilst fram í skúlanum hjá henni, men eingin er nakrantíð drigin til svars fyri brotsgerðina.
Tað, sum hendi Karen, er einki eindømi í Nigeria.
Hóast talið á gentum og kvinnum í Nigeria, sum verða neyðtiknar ella eru fyri øðrum kynsligum valdsgerðum, er risastórt, hava myndugleikarnir ongantíð útvegað álítandi hagtøl um kynsligan harðskap.
Nú skulu nigerianskir myndugleikar taka neyðug stig.
Saman krevja vit, at:
- andlátið hjá Karen verður gjølla kannað,
- at tey, sum hava ábyrgdina, koma fyri rættin,
- og at myndugleikarnir beinanvegin taka neyðug stig til at verja gentur og kvinnur fyri kynsligum harðskapi.
Krev rættvísi fyri Karen og tey avvarðandi. Skriva undir átakið!
Tey seku sleppa undan revsing
Skuggatølini eru stór, tí í Nigeria verða flestu valdsgerðir ongantíð meldaðar til løgregluna. Sambært tølum hjá myndugleikunum frá 2019 eru tvær milliónir gentur og kvinnur hvørt ár fyri valdsgerðum. Hesi tølini eru tó merkt av stórari óvissu.
Sera fáar neyðtøkur og valdsgerðir verða meldaðar til løgregluna, og av teimum fáu, sum verða meldaðar, enda uppaftur færri við dómi. Gerningsmenninir sleppa ofta undan revsing, eins og gerningsmaðurin hjá Karen er sloppin.
Nigerianskir myndugleikar skulu gera alt, sum teir kunnu, fyri at draga tey, sum hava ábyrgdina av andlátinum hjá Karen, til svars.
Krev rættvísi fyri familju og vinfólk. Skriva undir átakið!
Í nógvum statum í Nigeria er tað ógvuliga trupult at sleppa undir læknahond ella fáa løgfrøðiliga hjálp eftir eina kynsliga valdsgerð.
Í hesi Amnesty-frágreiðingini ber til at lesa meira um allar forðingarnar, sum neyðtikin í Nigeria renna seg í.
Undir afturlatingini í 2020 vaks talið á skrásettum neyðtøkum og kynsligum valdsgerðum – ikki bara í Nigeria, men um allan heimin. Hetta elvdi til nógv kjak á sosialum miðlum í Nigeria, og myndugleikarnir settu landið í undantaksstøðu orsakað av øllum søgunum um kynsligar valdsgerðir.
Eingin revsing fyri neyðtøku
Í verki hava myndugleikarnir í Nigeria tó ikki gjørt stórvegis fyri at verja gentur og kvinnur fyri kynsligum harðskapi. Ásetingarnar í revsilógini um neyðtøku eru ótíðarhóskandi og verða nærum ikki brúktar. Fólk í Nigeria, sum hava upplivað at verða neyðtikin, og sum Amnesty hevur hitt á máli, siga frá eyðmýkjandi løgregluavhoyringum, har ið tey verða viðfarin, sum hava tey sjálv gjørt okkurt revsivert.
Tað er vanligur hugburður í samfelagnum, at tey, sum hava verið fyri kynsligum valdsgerðum, sjálv hava skyldina. Hetta ger eisini sítt til, at tey flestu, sum hava upplivað at verða neyðtikin, sannlíkt ongantíð tosa um brotsgerðina, sum teimum hevur verið fyri. Tí er í veruleikanum næstan vissa fyri at sleppa undan revsing fyri neyðtøku í Nigeria.
Amnesty-frágreiðing avdúkar valdsgerðir um alt Nigeria
Ein 22 ára gomul lívfrøðilesandi, Vera Uwaila Omosuwa, varð neyðtikin í eini kirkju nærindis heiminum. Hon doyði nakrar dagar seinni av avleiddari sjúku.
Ein 18 ára gomul genta, Barakat Bello, varð sum skilst neyðtikin, tá ið heimið hjá henni varð rænt. Hon varð seinni myrd við eini masketu.
Ein 11 ára gomul genta, Favour Okechukwu, varð hópneyðtikin, til hon doyði.
Ein 70 ára gomul kona (navnið ókent) varð neyðtikin.
Ein seks ára gomul genta (navnið ókent) doyði eftir at vera neyðtikin.
Tryggja myndugleikarnir, at farið verður at kanna kynsligar valdsgerðir, og verða gerningsmenninir drignir til svars, so kunnu vit vónandi sum frá líður fara at hóma eina framtíð, har ið kynstreytaður harðskapur ikki longur verður góðtikin í Nigeria.
Nigeria hevur sambært altjóðarætti skyldu til at taka øllum neyðug stig til at forða fyri neyðtøku og valdsgerðum og samstundis kanna, revsa og veita endurgjald fyri kynstreytaðan harðskap.
Okkara krøv
Amnesty krevur tí, at nigerianskir myndugleikar:
- syrgja fyri, at andlátið hjá Karen-Happuch Aondodoo Akpagher verður gjølla kannað, so at tey seku kunnu verða drigin til svars,
- kanna allar fráboðanir um neyðtøku gjølla og óheft,
- tryggja, at landsins lógir geva so gott grundarlag sum gjørligt fyri at rættarsøkja fyri kynsligar valdsgerðir, og tryggja neyðtiknum endurgjald,
- syrgja fyri, at neyðtikin fáa ta løgfrøði- og læknahjálpina, eisini sálarfrøðihjálp, sum teimum tørvar, og
tryggja, at tey, sum verða ákærd fyri kynsligar valdsgerðir, fáa rættvísan rættargang í samsvari við altjóða krøv.
Hví skriva undir?
Hvør einstøk undirskrift ger sítt til at leggja trýst á nigerianskar myndugleikar. Tess fleiri skriva undir, tess størri trýst leggja vit, og tess størri verða sannlíkindini fyri, at myndugleikarnir fara at verja gentur og kvinnur fyri kynsligum harðskapi í framtíðini.
Hvat verður av undirskriftini?
Vit senda nigerianska forsetanum, Muhammadu Buhari, undirskriftirnar.
SKRIVA UNDIR HER
Eg krevji, at nigerianskir myndugleikar verja gentur og kvinnur fyri neyðtøku.
Um tú hevur fyrispurningur, kanst tú seta teg í samband við okkum á tel 235819 ella við at senda ein teldupost til elsa@amnesty.fo.