Sarah og Seán hava hjálpt bátsflóttafólkum við griksku oynna Lesbos. Tey eru nú skuldsett fyri fólkasmugling og kunnu verða dømd 25 ára fongsul. Skriva undir og stuðla kravinum um, at allar skuldsetingar móti Sarah og Seán verða sleptar.
Tey bæði lesandi Sarah Mardini (24) og Seán Binder (25) hittust á griksku oynni Lesbos, har ið tey høvdu teknað seg sum sjálvbodnar lívbjargarar fyri at hjálpa fólki í neyð.
Í samstarvi við bjargingartænastuna og fleiri hjálparfelagsskapir høvdu Sarah og Seán eyguni eftir bátum í havsneyð. Tey duga væl at svimja og fingu tí høvi at bjarga bæði børnum, kvinnum og monnum upp á turt.
Griksku myndugleikarnir hava nú skuldsett Sarah og Seán fyri fólkasmugling. Verða tey funnin sek, kunnu tey fáa upp í 25 ára fongsulsrevsing.
100 daga fongsul
Tað var í februar 2018, at grikska løgreglan handtók Sarah og Seán. Tey fingu at vita, at tey vóru undir illgruna fyri fólkasmugling og njósning, og at løgreglan fór undir kanningararbeiði í málinum. Í fyrstu atløgu vórðu tey leyslatin aftur. Fleiri mánaðir seinni var Sarah á veg heim til Berlin at taka lesturin upp aftur, men á veg umborð á flogfarið varð hon aftur handtikin. Stutt eftir varð eisini Seán handtikin. Tey vórðu varðhaldsfongslað í meira enn 100 dagar, áðrenn tey at enda vórðu leyslatin móti veðhaldi.
Seán greiðir frá, at tað ikki er vandin fyri at enda í fongsli, sum ræðir hann mest, men ”at tað kann henda øllum”. Hann heldur tað vera skeivt av myndugleikunum at gera tey, sum rætta flóttafólki eina hjálpandi hond, til brotsfólk heldur enn at gera meira fyri at verja og hjálpa fólki, sum flýggjar undan ófriði og fátækadømi.
Seán er farin heim til Írlands, og Sarah er aftur í Berlin. Tey bíða nú eftir, at grikska løgreglan verður liðug við kanningararbeiðið. Fyrsta kanningararbeiðið er liðugt, fara griksku myndugleikarnir at taka støðu til, um ákæra skal reisast.
Sarah og Seán hava bjargað mannalívum við sínum sjálvbodna hjálpararbeiði. Men eins og nógv onnur við teimum verða tey gjørd til brotsfólk fyri at hjálpa fólki, sum flýggjar. Og nú kunnu tey fáa upp í 25 ára fongsulsrevsing.
Skriva undir, so vit fáa lagt trýst á griksku myndugleikarnar og sagt teimum, at tað er einki brotsverk at vera menniskjansligur.
BAKSÝNI
Vit liva í eini tíð, har ið tað nógvastaðni verður gjørt til eitt brotsverk at vera menniskjansligur og hava samhuga við flóttafólki. Myndugleikar misbrúka lóggávu, sum átti at vart fólk, til at fongsla og gera seg inn á hjálparfólk og sjálvboðin, sum hjálpa fólki í neyð.
Líka síðan 2015 hava grikskir myndugleikar ákært og kannað aktivistar, hjálparfólk og sjálvboðin, sum hjálpa fólki, sum flýggjar. Fólk í túsundatali, sum biðja um friðskjól, eru fangað í flóttafólkalegum í griksku oyggjunum, har ið tey búleikast undir ótolandi umstøðum. Teirra lagna er ein felagsevropeisk ábyrgd!
Les meira:
”Eitt druknað barn broytti mítt lív,” sigur danska Salam Aldeen, sum er lógsøkt fyri sítt arbeiði at hjálpa flóttafólki, sum biður um friðskjól á griksku oynni Lesbos:
https://amnesty.dk/nyhedsliste/2019/et-druknet-barn-aendrede-mit-liv
Les meira:
Rættarmálið móti amerikanska neyðhjálparmanninum Scott Warren byrjar í vikuni. Hann er ákærdur fyri fólkasmugling og kann verða dømdur upp í 10 ára fongsul fyri at seta vatn fram til fólk, sum flýggja gjøgnum Arizona-oyðimørkina:
https://amnesty.dk/nyhedsliste/2019/scotts-kamp-for-medmenneskelighed
Um tú hevur fyrispurningur, kanst tú seta teg í samband við okkum á tel 235819 ella við at senda ein teldupost til elsa@amnesty.fo.