Germain eigur trý børn, men hevur ongantíð sæð tann yngsta sonin. Germain varð fongslaður, stutt fyri at sonurin varð føddur, og skal nú sita 32 ár í fongsli fyri at stríðast ímóti píning. Krev, at myndugleikarnir í Burundi sleppa honum leysum – skriva undir átakið!
Germain Rukuki hevur avdúkað píning og onnur mannarættindabrot í Burundi, og afturfyri er hann dømdur 32 ára fongsul. Konan mátti flýggja av landinum við trimum smáum børnum. Í Burundi verða mannarættindastríðsfólk sum Germain søgd at seta ”tjóðartrygdina” í vanda – bara tí at tey standa ímóti myndugleikanum hjá statinum.
Skriva undir átakið og krev, at myndugleikarnir í Burundi sleppa Germain leysum beinanvegin.
Vit krevja, at hann sleppur aftur til familjuna beinanvegin!
Harðrend handtøka
Tað var tíðliga á morgni tann 13. juli 2017, at Germain Rukuki og familjan stukku úr svøvni, tá ið meira enn tíggju trygdarliðsfólk brutu inn á tey í heiminum. Bæði Germain og konan Emelyne, sum var við barn, vórðu avhoyrd á staðnum, serliga um samstarvið við óheftar mannarættindafelgsskapir. Germain varð tikin við, og Emelyne, sum óttaðist fyri lívinum, flýddi av landinum við synunum.
Germain varð førdur á skrivstovuna hjá tjóðarfregnartænastuni (SNR), har ið hann varð avhoyrdur við ongum sakførara. Tann 26. juli 2017 varð hann settur í Ngozi-fongslið, har ið hann framvegis situr. Alt ov nógvir fangar sita í fongslinum, og av ótta fyri COVID-19 er forboð sett fyri allari vitjan.
Dømdur fyri at standa ímóti myndugleikanum hjá statinum
Germain varð millum annað ákærdur fyri at hava ”sett tjóðartrygdina í vanda”, fyri at hava ”verið partur av eini uppreistrarrørslu” og fyri at ”standa ímóti myndugleikanum hjá statinum”.
Í apríl 2018 varð hann funnin sekur og dømdur 32 ára fongsul eftir órættvísan rættargang. Germain og sakførarin sluppu ikki at vera til staðar, tá ið dómurin varð sagdur.
Ákærurnar móti Germain snúðu seg um hansara arbeiði fyri felagsskapin Action by Christians for the Abolition of Torture (ACAT). Í 2016 settu myndugleikarnir forboð fyri hesum og øðrum felagsskapum, tí teir vórðu sagdir at skaða umdømið hjá landinum og “eggja til hatur og elva til sundurlyndi í fólkinum”.
Í 2015 hevði ACAT verið við í mótmælistiltøkum at mótmæla, at táverandi forsetin, Nkurunziza, stillaði upp til val á triðja sinni. Nógv hildu talan vera um brot á burundisku grundlógina.
Germain varð eisini ákærdur fyri eiga lut í morði, av tí at løgreglan skeyt og drap fleiri mótmælisfólk undir mótmælistiltøkunum. Hesi ákæruni vísti dómstólurin tó burtur.
Skildur frá familjuni
Undan handtøkuni brúkti Germain nógva tíð at spæla við synirnar. Tá ið hann varð handtikin, restaðu konuni bara fáa vikur í at eiga tað triðja barnið. Nú eru konan og børnini á flótta, og Germain hevur ongantíð sæð tann tyngsta sonin, sum nú er hálvt fjórða ára gamal.
Hjá konuni, Emelyne, fyllir málið hjá Germain alt:
“Hvussu leingi skal maður mín vera fyri slíkum órættvísi?”
– Emelyne Mupfasoni
Nýggj vón
Germain hevur skotið málið inn fyri hægri rætt, men kærudómstólurin hevur staðfest dómin. Tann 30. juni 2020 álegði burundiski hægstirættur tó kærudómstólinum at taka málið upp til nýggja viðgerð.
Í mai í fjør var val í Burundi, og nývaldi forsetin, Evariste Ndayishimiye, hevur nú lovað størri fólkaræðisligt rásarúm í landinum. Vit hava tí ein gyltan møguleika at gera mun – fyri Germain, konuna og teir tríggjar synirnar. Saman kunnu vit leggja trýst á myndugleikarnar og forsetan at fáa teir at virða mannarættindini.
Amnesty krevur:
– at burundisku myndugleikarnir beinavegin og treytaleyst sleppa Germain Rukuki leysum.
Hví skal eg skriva undir?
Hvør undirskrift ger sítt til at leggja trýst á myndugleikarnar og forsetan í Burundi, so at teir vónandi sleppa Germain Rukuki leysum.
Hvat verður av undirskriftini?
Tær innkomnu undurskriftirnar verða sendar burundiska forsetanum, Evariste Ndayishimiye.