Hon varð fongslað og pínd – bara fyri at røkja starvið sum journalistur. Krev, at Zhang Zhan verður leyslatin – skriva undir nú!
Tá ið covid-19 hevði tikið seg upp fyrst í 2020, setti Zhang Zhan sær fyri at ferðast til Wuhan, so at hon kundi greiða umheiminum frá støðuni har. Hon skrivaði um, hvussu óheftir journalistar vórðu fongslaðir, og hvussu teirra skyldfólk vóru fyri ágangi. Nú er hon dømd fýra ára fongsul – bara fyri at hava lýst støðuna við atliti at covid-19 í Kina. Hon er vorðin pínd í fongslinum, og vit stúra fyri heilsuni hjá henni.
Skriva undir átakið – krev, at hon verður leyslatin beinanvegin!
Veitti ósensureraða kunning
Zhang Zhan er ein kinesiskur grasrótsjournalistur, sum ber tíðindir um politikk og mannarættindir í Kina. Í februar ferðaðist hon til Wuhan – miðdepilin, har ið covid-19 av fyrstan tíð fór at breiða seg. Á sosialum miðlum sum WeChat, Twitter og YouTube lýsti hon støðuna í Kina.
Grasrótsjournalistar sum Zhang Zhan høvdu ein serliga týðandi leiklut, tá ið covid-19 fór at breiða seg í Kina, tí teir vóru høvuðskeldan til ósensureraða beinleiðis kunning um virusið og hvussu tað varð handfarið. Hesir journalistarnir eru í serligum vanda fyri áhaldandi ágangi og kúgan, tí teir bera ofta tíðindir og kunning, sum myndugleikarnir hava sensurerað. Soleiðis var eisini hjá Zhang Zhan, sum hvarv í Wuhan tann 15. mai 2020. Amnesty frætti stutt eftir, at løgreglan úr Shanghai hevði handtikið hana og fongslað hana í Shanghai, meira enn 640 km úr Wuhan. Síðan tá hevur hon sitið fongslað.
Pínd eftir hungursverkfall
Í juni 2020 fór Zhang Zhai í hungursverkfall at mótmæla fongslingini og gera vart við, at hon at ósek. Heldur enn at virða hennara rætt at gera vart við sína áskoðan og valið at fara í hungursverkfall revsaðu fongsulsmyndugleikarnir hana og noyddu føðslu í hana við føðsluslangu. Amnesty er eisini kunnað um, at fólk, sum sótu í kliva saman við henni, vórðu noydd at hjálpa til at noyða føðslu í hana.
Sakførarin hjá Zhang Zhai hevur greitt frá, at hon í meira enn tríggjar mánaðir hevur verið leinkjað á hond og fót í 24 tímar um samdøgrið. Slík viðferð er brot á forboðið fyri píning og aðrari ringari viðferð og á altjóða mannarættindaskyldur hjá Kina.
Zhang Zhan er nú farin úr hungursverkfalli fyri at sleppa undan verri viðferð. Vit stúra tó fyri, hvussu hon verður viðfarin í fongslinum. Vit stúra serliga fyri heilsuni hjá henni, sum síðan septembur er versnað munandi. Sakførarin hjá henni hevur upplýst, at hon er kropsliga veik og hevur pínu í maganum, svimbul og trupulleikar við at flyta seg. Tá ið rættarfundur var í desembur, varð hon førd inn í rættarsalin í koyristóli.
Zhang Zhan tørvar, at vit standa saman og verja rættindini hjá henni! Tín undirskrift kann gera sítt til, at hon verður leyslatin!
Revsað fyri friðarliga kunning
Málið hjá Zhang Zhans varð ført fyri dómstólinum í Pudong New District tann 28. desembur 2020. Ákæruvaldið ákærdi Zhang Zhan fyri á sosialum miðlum at hava breitt út stórar nøgdir av miskunning. Sambært verjanum hjá henni, vórðu eingi ítøkilig dømir ella prógv løgd fram um nakra miskunning í nøkrum av hennara varskógvandi íkøstum á netinum. Kortini endaði rættarmálið við, at Zhang Zhan varð dømd fýra ára fongsul fyri at hava íbirt stríð og volt trupulleikar. Henda ásetingin í grein 293 í kinesisku revsilógini varð upprunaliga brúkt til at varða um tann almenna friðin á almennum støðum. Men síðan 2013 er hon víðkað til eisini at fevna um atburð á netinum. Tey, sum verða dømd eftir ásetingini, kunnu fáa fimm ára fongsul. Vit hava fyrr funnist at ásetingini, sum er ógreið og verður brúktur til at revsa aktivistar og mannarættindastríðsfólk.
Vit meta Zhang Zhan at vera ein samvitskufanga, sum er fongslaður bara fyri at hava brúkt sítt talufrælsi til at bera tíðindir, sum hava almennan áhuga.
Vit krevja, at kinesisku myndugleikarnir:
- sleppa Zhang Zhan leysari beinanvegin og treytaleyst, uttan so at teir leggja fram álítandi prógv fyri, at hon hevur framt eina altjóða viðurkenda brotsgerð
- til leyslatingin er fingin í lag, tryggja Zhang Zhan regluliga og ótarnaða atgongd at familju og sakførarum, sum hon sjálv velur sær, og tryggja, at píning og onnur ring viðferð halda uppat
- virða rættin hjá Zhang Zhan til heilsu og talufrælsi og tryggja henni atgongd at regluligum læknakanningum og heilivági.
Hví skriva undir?
Hvør undirskrift ger sítt til at leggja trýst á kinesiska forsetan, Xi Jinping, so at hann vónandi sleppir Zhang Zhan leysari.
Hvat verður av undirskriftini?
Undirskriftirnar verða sendar kinesiska forsetanum, Xi Jinping, sum hevur vald til at geva boð um at sleppa Zhang Zhan leysari.
Um tú hevur fyrispurningur, kanst tú seta teg í samband við okkum á tel 235819 ella við at senda ein teldupost til elsa@amnesty.fo.