HETTA MÁLIÐ ER PARTUR AV ÁRSINS SKRIVA FYRI LÍVI ÁTAKI, SUM ER EITT STÓRT ALTJÓÐA SKRIVIÁTAK. LES MEIRA UM SKRIVA FYRI LÍVI HER.
Geraldine Charcón hevur altíð droymt um at verja onnur. Tí ger hon sítt til at geva ungfólki í heimbýnum áræði at verja síni rættindir. Men myndugleikarnir jagstra hana fyri at royna at gera sítt land til eitt betri stað. Teir fongslaðu hana í fýra mánaðir og noktaðu henni at sleppa úr landinum. Sakin hjá henni er ikki endaliga avgreidd enn, so hon kann verða handtikin aftur hvørja løtu, uttan nakra ávaring.
Í feburar í ár varð Geraldina handtikin í heimi sínum. Myndugleikarnir hildu hava av órøttum verða partur av einum bólki, sum arbeiðir ímóti stýrinum í Venezuela, og hesin bólkur er ákærdur fyri at skipa fyri harðligum mótmælum.
Forfylgingin av Geraldine er ein partur av harðrenda virkseminum hjá stjórnini ímóti teimum, sum arbeiða fyri mannarættindum í Venesuela.
Eftir at hava sitið í fangaskapi í 4 mánaðir varð Geraldina fyribils leyslatin, men hon kann ikki fara úr landinum, og sakin er framvegis opin, og tí kann hon verða send aftur í varðhald. “Eg havi fyrr skriva brøv fyri Amnesty. Eg hevði ongantíð ímyndað mær, at eg skuldi enda vi ðat móttaka brøv sjálv,” sigur 24 ára gamla Geraldine.
SKRIVA til myndugleikarnar, at teir skulu steðga jagstranini av Geraldine