Barnaarbeiði, tvingsilsarbeiði, lívshættisligar arbeiðsumstøður og mismunur ímóti kvinnum. Frágreiðingin hjá Amnesty um pálmaídnaðin vísir, at vørur hjá nøkrum av heimsins størstu vørumerkjum, eitt nú Unilever, Nestlé, Procter & Gamble, Colgate-Palmolive og Kellog’s, verða virkaðar undir út av lagi vánaligum umstøðum. Pálmáolja verður brúkt í gerandisvørum sum sjampoi og sjokulátu.
Pálmaolja er neyvan eitt tilfar, sum fær nakrar klokkur at ringja hjá tí vanliga brúkaranum. Men pálmaolja verður í dag brúkt í øllum frá sjokulátu, ísi, keks og morgunmatarvørum til sjampo, krem, sápu og varrastift. Satt at siga er pálmaolja og pálmaoljugrundað tilfar í uml. 50 % av vanligum brúkaravørum.
Wilmar International Limited stendur fyri 43 % av heimsframleiðsluni av pálmaolju. Tann asiatiska búnaðarfyritøkan og hennara veitarar eiga tær indonesisku plantasjurnar, sum Amnesty hevur hugt nærri at.
HVØRJI RÆTTINDABROT FARA FRAM?
Kanningarnar hjá okkum vísa, at børn heilt niður í átta ára aldur gera vandamikið arbeiði í plantasjunum. Hóast eitrandi evnir verða brúkt í framleiðsluni, arbeiða børnini við ongari trygdarútgerð. Tey bera tungar sekkir, sum kunnu viga upp í 25 kg, og summi teirra eru givin í skúlanum fyri at arbeiða allan dagin saman við foreldrunum.
Frágreiðingin hjá okkum vísir eisini, at teir vaksnu plantasjuarbeiðararnir eru undir ómetaliga stórum trýsti. Nógvir hava fingið álvarsamar løstir av at arbeiða við tí sera eitrandi evninum paraquat, sum við sama lag verður brúkt í plantasjunum. Eins og ES og onnur hevur Wilmar International alment bannað evninum.
Tey stóru dagligu framleiðslukrøvini hava stóra ávirkan á ta kropsligu heilsuna hjá arbeiðarunum. Bøturnar fyri óloystar uppgávur og hóttanirnar um lønarniðurskurð og uppsøgn noyða plantasjuarbeiðararnar at gera tað tunga handliga arbeiðið í 10-12 tímar um dagin. Hava vit so eisini ta svinnandi lítlu lønina í huga, eigur arbeiðið í veruleikanum at verða bólkað sum tvingsilsarbeiði.
Tað eru eisini tey stóru dagligu framleiðslukrøvini, sum eru orsøkin til, at børnini arbeiða í plantasjuni. Tá ið plantasjuarbeiðarin ikki sjálvur megnar at liva upp til síni framleiðslukrøv, má hann hava børnini at hjálpa sær.
HVAT KANST TÚ GERA?
Vit vita, at pálmaolja frá Wilmar er í vørum hjá Colgate-Palmolive, Kellog’s, Nestlé, Reckitt Benckiser, Procter & Gamble og Unilever. Men brúkarin sær ikki, hvaðani pálmaoljan í eini ávísari vøru stavar. Kanningarnar hjá okkum vísa tíverri eisini, at hóast ein vøra hevur frámerkið RSPO, sum sigur frá burðardyggari framleiðslu, er tað eingin trygd fyri, at plantasjuarbeiðararnir ikki verða misbrúktir.
SUM BRÚKARI KANST TÚ LEGGJA TRÝST Á FYRITØKURNAR.
Hjálp okkum at leggja trýst á fyritøkurnar!
Undirskriftin hjá tær verður brúkt til:
- at leggja trýst á fyritøkurnar Colgate-Palmolive, Kellog’s, Nestlé, Reckitt Benckiser, Procter & Gamble og Unilever at fáa tær at merkja sínar vørur, so at brúkarin sær, hvaðan pálmaoljan í sjampoinum, keksunum, ísinum o.ø. stavar.
- at leggja trýst á somu fyritøkur at fáa tær, hvør sær og í felag, at trýsta fyritøkuna Wilmar International og hennara dótturfeløg og veitarar at virða mannarættindini hjá arbeiðarunum.
- at leggja trýst á fyritøkurnar Colgate-Palmolivem Kellog’s, Nestlé, Reckitt Benckiser, Procter & Gamble og Unilever at fáa tær at seta í verk nøktandi mannagongdir fyri neyðug fyrilit (t.e. veruligar mannagongdir fyri at staðfesta tey brot, sum fara fram í plantasjunum, fyribyrgja, at brotini halda fram, bøta tey brot, sum eru farin fram, og skapa opinleika um ábøturnar), so at tað slepst undan mannarættindabrotum í framtíðini.
- at leggja trýst á Wilmar International at fáa fyritøkuna at broyta sínar mannagongdir, verja rættindini hjá sínum starvsfólkum og steðga verandi mannarættindabrotum.
Skriva undir fyri at mótmæla, at plantastjuarbeiðararnir eru fyri mannarættindabrotum.