Hann var bara 15, tá ið hann varð handtikin. Hann varð fongslaður, píndur og avbyrgdur í meira enn tríggjar mánaðir og síðan dømdur til deyða eftir ein týðiliga órættvísan rættargang. Peyman Barandah, sum nú er 22, verður eftir ætlan avrættaður tann 10. mai í ár.
Peyman er dømdur fyri at dripið ein annan tannáring í sambandi við ein bardaga millum fleiri dreingir. Hann hevur frá byrjan viðgingið, at hann var við í bardaganum, men eisini alla tíðina tvíhildið um, at tað var ein annar tannáringur, sum stakk tann, sum doyði, til deyðis. Rætturin helt ikki Peyman hava ført nøktandi prógv fyri, at hann var ósekur, og tí varð hann dømdur. Hetta er greitt brot á altjóða lóggávu, sum greitt tilskilar, at tað liggur á ákæruvaldinum at lyfta próvbyrðuna. Tú ert sum kunnigt ósekur, til tað øvuta er prógvað.
Eftir bardagan fór 15 ára gamli Peyman saman við familjuni á politistøðina í Shiraz at melda tilburðin. Politiið handtók hann beinanvegin, og her byrjaði tann ringa viðferðin. Familjan greiðir frá, hvussu kanningarleiðarin gav Peyman ein undir vangan fyri eygunum á teimum. Hann varð førdur burtur, og teir næstu tríggjar mánaðirnar frætti familjan einki frá honum.
PÍNDUR Í FONGSLINUM
15 ára gamli Peyman sat avbyrgdur í tríggjar mánaðir við ongum sambandi við hvørki familju ella sakførara. Hesar tríggjar mánaðirnar varð hann aftur og aftur píndur og bukaður. Tá ið rættargangurin byrjaði, og hann loksins hitti sakføraran hjá sær, vildi rætturin ikki taka ákærurnar um píning við. Í staðin vórðu tveir stuttir rættarfundnir hildnir, áðrenn Peyman Barandah varð dømdur til deyða.
Tey løgfrøðiligu viðurskiftini í sambandi við deyðadómin hjá Peyman eru av allari leið. Tey eru brot á altjóða grundreglur um, hvussu ómyndig eiga at verða viðfarin. Somu grundreglur seta eisini forboð fyri at døma ómyndig til deyða. Í fjør boðaðu iranskir myndugleikar barnanevndini hjá ST frá, at tað fór at standa øllum ómyndigum í boði at royna sína sak av nýggjum. Men tíverri hendir tað ikki enn. Tríggjar ferðir hevur Peyman Barandah kært sína sak, men hvørja ferð hava myndugleikarnir sýtt fyri at viðgera hana av nýggjum.
HVAT GER AMNESTY?
Amnesty International leggur trýst á iranskar myndugleikar at fáa teir at liva upp til altjóða lóggávu og tey lyftir, teir hava givið ST. Vit arbeiða við málinum hjá Peyman, men virka eisini fyri at fáa ta iransku rættarskipanina at fara betur við børnum yvirhøvur. Sakin hjá Peyman er tíverri einki eindømi. Í dag sita í mista lagi 90 fólk í deyðakliva, sum vóru undir 18 ár, tá ið brotsverkið fór fram.
Kortini hómast ein glotti. Tí vit halda veruliga, at tað ber til at fáa teir iransku myndugleikarnar at førka seg. Eftir trýst frá Amnesty fekk iranski Saman Naseem nýggjan rættargang. Hann var dømdur til deyða, eftir at hann undir píning hevði játtað seg sekan í at hava beint fyri einum soldáti sum 17 ára gamal.
Sostatt vita vit, at altjóða trýst kann gera mun. Lat okkum vera tína rødd. Skriva undir fyri, at Peyman ikki verður avrættaður, men í staðin fær nýggjan rættargang, og at ákærurnar um píning verða kannaðar.