Í apríl 2016 eru Nazanin og tvey ára gamla dóttirin Gabriella og ferðast í Iran. Tær vitja foreldrini hjá Nazanin. Á veg heim aftur til Stórabretlands verða tær afturhildnar á flogvøllinum, og síðan hevur einki verið, sum tað var.
Eftir órættvísan rættargang situr Nazanin í tí illa gitna Evin-fongslinum. Lítla Gabriella býr hjá ommuni og abbanum. Av tí at teir iransku myndugleikarnir hava lagt hald á tað bretska passið hjá Gabriellu, sleppur hon ikki heim til pápa sín í Stórabretlandi.
Nazanin Zaghari-Ratcliffe arbeiðir fyri ein vælgerðarfelagsskap í Stórabretlandi. Í fjør vár vitjaðu hon og dóttirin foreldur hennara í Iran. Komnar til innskrivingina á flogvøllinum, byrjar marrudreymurin. Kollveltingargardan handtekur Nazanin, flytur hana burtur og leggur hald á passið hjá dóttrini. Familjan fær onga frágreiðing.
Nakrar dagar seinni sleppur Nazanin heilt stutt at ringja til familjuna. Síðan verður hon avbyrgd í hálvan annan mánað, har hon – veit maðurin at siga – verður náðileyst avhoyrd. Ikki fyrr enn tríggjar dagar fyri rættargangin fær hon advokathjálp.
Í januar verður Nazanin dømd fimm ára fongsul. Hetta hendir eftir loyniligan rættargang fyri dómstólinum hjá tí iransku Kollveltingargarduni. Sambært manninum er tað enn ógreitt, akkurát hvat ið hon er ákærd og dømd fyri, men tað hevur okkurt við “trygdina hjá statinum” at gera. Sambært okkara keldum siga myndugleikarnir hana vera njósnara. Orsøkin er, at hennara vælgerðararbeiði (aðrastaðni enn í Iran, red.) m.a. fevnir um at undirvísa journalistum. Eitt av teimum sokallaðu “prógvunum” er tann stóra fjølmiðlaumrøðan, sum málið hevur fingið. Umrøðan bendir sambært myndugleikunum á, at hon er ein “týdningarmikil persónur”. Amnesty metir Nazanin at vera samvitskufanga. Hon er m.a. fongslað fyri sítt tilknýti til Onglands og sín dupulta ríkisborgaraskap.
Tvey ára gamla Gabriella er enn hjá ommuni og abbanum í Iran. Við ongum passi sleppur hon ikki heim til pápan, Richard, í Stórabretlandi. Síðan handtøkuna er Nazanin bara sloppin at síggja Gabriellu ein tíma um vikuna. Síðan altjóða fjølmiðlar fóru at bera tíðindini hava fongsulsmyndugleikarnir roynt at trýsta Nazanin at velja tað ómøguliga: Hon sleppur at velja ímillum at hava dóttrina hjá sær í fongslinum tríggjar dagar um vikuna og at missa alt samband við hana. Valið er ómøguligt, tí Evin-fongslið er víðagitið fyri ótespiligar umstøður. Heilsan hjá Nazanin sjálvari er eisini undir stórum trýsti. Pína í høgra armi og hond ger, at henni tørvar at koma undir læknahond sum skjótast. Fongslið er tí als einki at bjóða einum tvey ára gomlum barni.
Familjan Zaghari-Ratcliffe er undir stórum trýsti. Í oktobur sendi Nazanin manninum sjálvmorðsbræv. Amnesty International leggur uttan íhald trýst á teir iransku myndugleikarnar, samstundis sum vit senda Nazanin samhugakvøður. Hjálp okkum at hjálpa teimum! Skriva undir fyri, at Nazanin verður leyslatin beinanvegin.