DR. AHMADREZA DJALALI, SUM ER FØDDUR Í IRAN, MEN BÝR Í SVØRÍKI, ER DØMDUR TIL DEYÐA – ÁKÆRDUR FYRI AT HAVA NJÓSNAST FYRI ÍSRAEL. DÓMURIN FALL EFTIR EIN SERA ÓRÆTTVÍSAN RÆTTARGANG. HJÁLP OKKUM AT FÁA DÓMIN ÓGILDAÐAN – SKRIVA UNDIR NÚ!
Undir rættarganginum móti Dr. Ahmadreza Djalal hevði ákæruvaldið eingi prógv at vísa á. Hann bleiv bara dømdur grundað á tað, sum hann hevði játtað undir grovari píning.
Avhoyringarleiðararnir høvdu skrivað ”játtanirnar”, sum hann bleiv tvingaður at lesa upp framman fyri einum upptøkutóli. Hann las tær upp undir hóttanum um, at bæði hann, børnini heima í Svøríki og mamma hansara í Iran fóru at verða dripin, um hann ikki gjørdi, sum sagt varð.
HANDTIKIN UNDIR HANDILSFERÐ
Í apríl 2016 bleiv Dr. Ahmadreza Djalali handtikin, meðan hann var á handilsferð í Iran. Í tíggju dagar visti familjan einki, hvar ið hann var. Tey frættu einki frá honum, fyrr enn hann bleiv fluttur í tað illa gitna Evin-fongslið í Teheran. Har sat hann í sjey mánaðir – tríggjar teirra avbyrgdur og uttan atgongd til sakførara. Eitt greitt brot rættartrygdina hjá honum.
Í august eydnaðist tað Ahmadreza Djalali at skriva og senda eitt bræv úr fongslinum. Í brævinum greiddi hann frá, hvussu teir iransku myndugleikarnir høvdu sett seg í samband við hann í 2014 í eini roynd at fáa hann at fáa teimum upplýsingar úr ES-londum. Hann noktaði og gjørdi teimum greitt, at hann var vísindamaður – ikki njósnari.
SLEPPIÐ DJALALI LEYSUM
Eingi prógv eru løgd fram, sum benda á, at Dr. Ahmadreza Djalali er annað enn ein friðarligur vísindamaður. Tí krevja vit, at myndugleikarnir ógilda dómin, sleppa ákærunum og sleppa Djalali leysum beinanvegin.
SKRIVA UNDIR FYRI, AT DÓMURIN VERÐUR ÓGILDAÐUR OG DJALALI LEYSLATIN BEINANVEGIN.
Undirskriftirnar verða handaðar iranska løgmálaráðharranum, Ayatollah Sadegh Larijani