Um undantaksstøður og mannarættindi og um tvungið sóttarhald
Grundleggjandi frælsisrættindini hava verið skerd seinastu mánaðirnar, og kanningar vísa allar, at sárbærastu bólkarnir í samfelagnum verða harðast rakt.
Eitt rættarsamfelag í eini undantaksstøðu sum hesari, við uppliva í løtuni, kann góðtaka avmarkingar í persónliga frælsinum hjá borgarunum. Tað er tó avgerðandi, at tiltøkini, sum verða sett í verk, liva upp til nøkur grundleggjandi krøv.
Tiltøkini skulu vera:
- NEYÐUGT fyri at vera týdningarmikil áhugamál í samfelagnum (t.d. at verja heilsuna hjá borgarum/at fyribyrja eini stórari hóttan mótvegis fólkaheilsuni, sum t.d. ein epidemi)
- Tað skal vera EFFEKTIVT – tvs. at mann ikki skal brúkast amboð bara tí mann hevur tey, men tí, at júst hesi amboð eru tey, sum rigga best (her er viðkomandi at spyrja, hvat mann rigga best – tilmæli frá t.d. heilsumyndugleikum, sum fólk hava stórt álit á, ella tvang frá t.d. politikkarum, sum fólk sambært kanningum hava minni álit á)?
- Tað skal vera PROPORTIONALT – tvs. at átøkini, sum verða sett í verk skulu samsavara við, hvussu vandamikil hóttanin sum mann arbeiðir ímóti er
- Talan skal vera um nøktandi LÓGARHEIMILD.
- Serliga heimildirnar skulu ganga út so skjótt sum tilber. Tað skal vera ein ENSADATO, soleiðis at heimildin steðgar, tá vandin móti fólkaheilsuni er av.
Og hendan metingin av tiltøkum skal takst upp til eftirmetingar allatíðina og í samstarvi við sivilsamfelagið.
Tvungið sóttarhald
Tá mann umrøður sóttarhald og tvungið sóttarhald av fólkum, sum koma til landið, má mann sjálvandi fyrst spyrja, um tað er effektivt? Altso hevur mann grundarlag fyri at siga, at tað munar?
Síðani kann mann nokk loyva sær at skilja ímillum ferðafólk, og fólk, sum eru fastbúgvandi í Føroyum. Ferðafólk hava ikki ein tryggjaðan rætt til at koma til Føroya, tey kunnu jú velja at lata vera við at koma. Men fólk, sum búgva í Føroyum, kunnu ikki bara velja at verða verandi heimaífrá.
Og so má mann spyrja, sum tað triðja spyrja, hvat er proportionalt. Hvussu leingi skulu fólk vera í sóttarhaldi? Jú styttri, jú betri. Og so kemur spurningaruin um hvar skulu fólkini vera í sóttarhaldi. Um tað er í heiminum, so kann mann loyva sær at seta fólk í sóttarhald í 14 dagar. Men uttanfyri sítt egna heim, kemur tað skjótt at minna um at halda fólki aftur, soleiðis sum vit gera við varðhaldi, og tað kann jú hava álvarsamar fylgir, og tað eiga vit at ansa eftir við.
Proportiónir, og hvussu tiltøk raka tey veikasta í okkara samfelagið
Eitt týdningarmikið atlit at taka er proportionaliteturin. Altso hvussu átøk raka ymiskar bólkar í samfelagnum. Tað er avgerandi at taka atlit til sárbærastu bólkarnar, og eg haldi, at vit yvirskipað eiga at hugsa um, hvussu sárbærastu bólkarnir í samfelagnum eftirhondini eru rakt av hesum. Tað veri seg eldri, sjúk, børn og foreldur í familjum við t.d. harðskapi ella øðrum avbjóðginum.
Hvussu hjálpa vit hesum bólkunum, og hvussu lofta vit nú teimum, sum kanska í meira ella minni mun hava mist fótafestið seinastu vikurnar. Altso tey børnini, har tað ikki bleiv fráboða, tann familjan, sum kom í eina negativa harðskapsringrás ella tey eldru sum kunnu missa seinasta lívsneistan, tí tey ikki sleppa at síggja síni nærmastu?
Vit mugu ikki siga, at nú eru vit á null. Vit gjørdust heimsmeistarar í korona og tað er gott. Vit mugu taka tær upphópaðu avbjóðingarnar, og seta tiltøk í verk, sum skulu lofta og hjálpa teimum, sum nú hava tørv á hjálp til at koma væl ígongd aftur.