Danmark er fyribils givið at senda fólk heim aftur til Afganistan við tvingsli. Men hetta er ikki nóg mikið. Afganar, sum ikki fáa friðskjól í Danmark, hava rætt til at flyta úr heimsendingarmiðstøðunum og skulu ikki óttast fyri at verða sendir heim aftur í bræði. Krev, at danska stjórnin gevur teimum fyribils uppihaldsloyvi í Danmark.
Hóast bæði afganskar og altjóða áheitanir var tað ikki fyrr enn tann 12. august 2021, at Danmark gavst at senda afganar heim aftur til Afganistan við tvingsli. Betri seint enn ongantíð, heldur kanska onkur. Men tað snýr seg altso um mannalív.
Avgerðin um at gevast at senda fólk aftur til Afganistan er tíðaravmarkað og stendur bara við til tann 8. oktobur 2021. Donsku útlendingamyndugleikarnir vænta, at talan verður um ein ’styttri steðg’.
So seint sum tann 26. juli í ár varð tann síðsti afganin sendur úr Danmark til Afganistan. Danmark hevur sent til samans 17 afganar til Kabul í 2021 – helvtina við tvingsli. Fyrst í august vóru til samans 77 afganar, sum høvdu fingið noktandi svar upp á umsóknina um friðskjól, í heimsendingarskipanini í Danmark.
Skriva undir átakið nú og krev, at danska stjórnin gevur øllum afganum fyribils uppihaldsloyvi í Danmark við atgongd at grundleggjandi mannarættindum.
Okkara krøv
Vit krevja, at danskir myndugleikar
- geva teimum 77 afganunum í donsku heimsendingarskipanini fyribils uppihaldsloyvi,
- tryggja, at afganar, sum hava fingið noktandi svar upp á umsóknina um friðskjól, sleppa úr heimsendingarmiðstøðunum og fáa bústað, rætt til at arbeiða og atgongd at øðrum rættindum í danska samfelagnum,
- og gevast at brúka tileggjandi fyriskipanir til at trýsta afganar at fara heim aftur sjálvbodnir.
Hví skriva undir?
Hvør undirskrift ger sítt til at leggja trýst á danskar myndugleikar, so at teir vónandi fara at geva afganum, sum hava fingið noktandi svar upp á umsóknina um friðskjól, lógligt uppihald í Danmark og atgongd at grundleggjandi rættindum.
Hvat verður av undirskriftini?
Støðan í Afganistan verður viðgjørd á fundi í donsku Flóttafólkanevndini tann 15. septembur. Fyri fundin vónar Amnesty Danmark at sleppa at umrøða málið við danska ráðharran í útlendinga- og integratiónsmálum, Mattias Tesfaye, og at handa honum undirskriftirnar.
Eingi útlit fyri at senda fólk heim longur
Tað finnast ongar góðar grundir longur at halda afganum aftur á køvisligum heimsendingarmiðstøðum í Danmark, nú ið støðan í Afganistan er so ótrygg, at eingi útlit eru fyri at venda trygt heim í bræði. Tí heldur Amnesty, at danskir myndugleikar eiga at bjóða teimum 77 afganunum í sokallaðari heimsendingarstøðu fyribils uppihaldsloyvi, til viðurskiftini í Afganistan aftur eru trygg og støðug.
Í hesum tíðarskeiðnum eiga hesir afganarnir, sum ikki hava fingið friðskjól, at hava rætt til at búgva og arbeiða í Danmark. Ráðharrin eigur at boða frá, at afganum ikki nýtist at óttast fyri at verða tvingsilsfluttir í bræði.
Danmark gavst ov seint at senda fólk aftur til Afganistan
”Taliban tekur 28 afgansk økir eftir eini viku.” Soleiðis skrivaði Ritzau mikudagin 4. august.
Dagin eftir skrivaði Danmark (saman við Eysturríki, Belgia, Týsklandi, Grikkalandi og Hollandi) til ES-kommissiónina at heita á ES um at leggja trýst á Afganistan, so at Danmark framvegis kundi senda afganar, sum ikki fingu friðskjól, aftur til Afganistan. Hetta hóast afganskir myndugleikar longu tann 10. juli høvdu heitt á Evropa um fyribils at gevast at senda fólk aftur til Afganistan orsakað av teimum óstøðugu viðurskiftunum í landinum.
Grannalond sum Svøríki, Finnland og Norra góvust longu um miðjan juli at senda afganar heim aftur við tvingsli, eftir at áheitanin um hetta var komin frá afganskum myndugleikum.
Danmark heldur fram at eggja afganum til at fara heim aftur
Danmark roynir við sama lag at eggja afganum til at fara heima aftur sjálvbodnir. Tað gera myndugleikarnir m.a. við at byrgja tey, sum ikki hava fingið friðskjól, inni í heimsendingarmiðstøðum, við at avmarka atgongdina at heilsuverkinum og við ikki at sleppa teimum at gera egnan mat og arbeiða. Alt samalt í ósamsvari við teirra grundleggjandi mannarættindir.
Amnesty heldur hetta vera púra burturvið – serliga nú ið viðurskiftini í Afganistan eru so nógv broytt. Fáur man billa sær inn, at afganar, sum ikki fáa friðskjól í Danmark, trygt kunnu ferðast heim aftur, sum støðan er í løtuni.
Danmark skal gevast at leggja óneyðugt og ómenniskjansligt trýst á afganar at fáa teir at fara heim aftur. Amnesty International krevur, at danska stjórnin gevst við sínum tileggjandi fyriskipanum, sum skulu fáa afganar at fara heim aftur ’sjálvbodnir’. Tí eiga allir afganar at verða tiknir úr donsku heimsendingarskipanini, tí eingi verulig útlit eru fyri, at teir kunnu ferðast trygt heim til Afganistan.
Afganar í Danmark eiga at fáa fyribils uppihaldsloyvi við útlitum fyri einum lívi, har ið teirra grundleggjandi mannarættindir verða vird.
Altjóðasamfelagið kallaði brævið skammiligt
Evroparáðið og Flóttafólk & útlegd (ECRE) kallaðu brævið, sum Danmark sendi ES-kommissiónini, skammiligt. Heimssamfelagið er samt um, at støðan í Afganistan er óstøðug og ótrygg, og at eingin kann veita trygd fyri, at mannarættindini hjá afganska fólkinum verða vird. Eingin veit, nær ið støðan fer at broytast. Tí eiga allir afganar at sleppa úr donsku heimsendingarmiðstøðunum.
Tann 3. august álegði Evropeiski mannarættindadómstólurin Eysturríki at steðga ætlaðum heimsendingum. ST-mannarættindaráðið hevur somuleiðis mælt til, at lond gevast at senda afganar heim aftur við tvingsli.
BAKSÝNI
Av tí at eingi útlit eru fyri, at afganar kunnu venda heim aftur til Afganistan, er tað púra tilhugsað at krevja, at útlendingar skula samstarva við mynduleikarnar um egna heimsending. Hetta stendur svart uppá hvítt í donsku útlendigalógini § 9 c, stk 2, um heimsendingarforðingar, og sostatt er heimild fyri uppskotinum hjá Amnesty.
Hvat sigur danska útlendingalógin § 9 c, stk. 2?
Myndugleikarnir kunnu geva einum útlendingi uppihaldsloyvi, hóast hann áður hevur fingið noktandi svar upp á eina umsókn, um eingi útlit eru fyri heimsending í bræði.
Hetta er ein umorðing av lógini, sum sæst her
Av tí at donsk lóggáva sigur, at mynduleikarnir kunnu geva uppihaldsloyvi, um eingi útlit eru fyri heimsending í bræði, heldur Amnesty, at afganar, sum hava fingið noktandi svar upp á umsóknina um friðskjól, nú eiga at fáa fyribils uppihaldsloyvi í Danmark tað næsta árið.
Tann 30. mai vóru fýra afganar, sum høvdu fingið noktandi svar upp á umsóknina um friðskjól, við tvingsli sendir heim aftur til Afganistan. Ein teirra var ein 23 ára gamal maður, sum óttaðist fyri, at Taliban fór at beina fyri sær, av tí at pápi hansara einaferð hevði meldað ein talibanleiðara til løgregluna. Seinni vórðu hann og familjan jagstrað og álopin. Danska Flóttfólkanevndin metti frágreiðingina hjá manninum at vera sanna, men sendi hann kortini aftur til Afganistan.
”Eg kann ikki hugsa mær annað, enn at løgreglufólkini og hini, sum stóðu fyri heimsendingini, nú hava ringan smakk í munninum,” segði sakførarin hjá honum, Niel-Erik Hansen, við Dagbladet Information tann 18. august 2021.
Tann 23. august segði Heimsendingarstýrið, at tríggir afganar, sum høvdu verið afturhildnir, vóru leyslatnir, av tí at heimild ikki longur var í heimsendingarlógini at halda teimum aftur. ”Sum gongdin er í Afganistan, meta vit eingi verulig útlit longur at vera fyri, at tríggir afganskir ríkisborgarar kunnu sendast heim við tvingsli innan fyri ein styttri tíðarkarm,” skrivar stjórin í Heimsendingarstýrinum, Claes Nilas, til Politiken. Við hesi fráboðanini tykist Heimsendingarstýrið at ásanna, at talan er um eina heimsendingarforðing, og at grundarlag tí ikki er fyri halda afganum aftur á heimsendingarmiðstøðum í Danmark.
Støðan í Afganistan
Amnesty International er ógvuliga stúrið um støðuna hjá fólkinum í Afganistan og serliga vandastøðuna, sum mannarættindastríðsfólk í landinum eru í, nú ið Taliban hevur tikið valdið.
Millum 4. og 6. juli 2021 avrættaðu hermenn hjá Taliban níggju menn í býnum Mundarakht í ein landsynning úr Kabul. Eygnavitnir, sum kanningarfólk hjá Amnesty hava hitt á máli, hava givið ræðuligar lýsingar av teimum níggju morðunum, sum óivað bara eru fá av mongum.
SKRIVA UNDIR HER
Eg krevji, at danskir mynduleikar gevast at eggja afganum, sum hava fingið noktandi svar upp á umsóknina um friðskjól, at fara heim aftur til Afganistan og í staðin geva teimum fyribils uppihaldsloyvi, til viðurskiftini í Afganistan eru trygg og støðug.
Um tú hevur fyrispurningur, kanst tú seta teg í samband við okkum á tel 235819 ella við at senda ein teldupost til elsa@amnesty.fo.