DANMARK TØRVAR NÝGGJA NEYÐTØKULÓGGÁVU, SUM VERJIR OFRINI NÓGV BETUR ENN Í DAG. LÓGIN SKAL GRUNDAST Á SAMTYKKI, T.E. TA GRUNDLEGGJANDI MEGINREGLUNA, AT SEX SKAL FARA FRAM AV FRÍUM VILJA. VIÐ AT SKRIVA UNDIR GERT TÚ TÍTT TIL AT LEGGJA TRÝST Á DONSKU STJÓRNINA.
Fer tað ikki fram av fríum vilja, er tað neyðtøka. Tað sigur Kirstine Holst, sum sjálv hevur upplivað at verða neyðtikin:
Samtykkisgrundað neyðtøkulóggáva fer at tryggja okkum rættin til okkara egna kropp og áleggja okkum eina skyldu at vísa ábyrgd móti hvørjum øðrum. Sex skal fara fram av fríum vilja, og ger tað ikki tað, er talan um neyðtøku.
Galdandi lóggáva leggur dent á, at harðskapur ella hóttanir um harðskap skulu hava verið uppií, fyri at talan kann sigast at vera um neyðtøku. Amnesty hevur hugt at øllum dómum í neyðtøkumálum millum mai 2017 og mai 2018, og teir vísa, at alt ov stórur dentur verður lagdur á, um neyðtøkuofrið bardist ímóti ella mótmælti.
Lógin leggur sostatt ikki upp fyri, at flestu offur stirðna og megna ikki at rópa ella berjast ímóti, tá ið tey verða álopin. Kirstine Holst váttar hetta sama:
Mítt ’nei’ hevði einki virði undir neyðtøkuni og heldur ikki í rættinum,sigur hon.
Er eingin kropsligur harðskapur uppií, er tað torført, ja, næstan ómøguligt, at prógva eina neyðtøku í Danmark, sum lóggávan er í dag.
Tín undirskrift kann flyta stjórnina frá nei til ja. Vit eru heilt nær við at hava ein meiriluta á fólkatingi, so okkum tørvar bara tað seinasta trýstið frá fólkinum fyri at røkka á mál
KREV, AT DANSKA NEYÐTØKULÓGGÁVAN Í FRAMTÍÐINI SKAL LEGGJA DENT Á TAÐ SJÁLVSAGDA: SEX SKAL FARA FRAM AV FRÍUM VILJA!
BAKSÝNI
Í dag verður bara ein lítil partur av neyðtøkunum í Danmark meldaður til løgregluna. Tøl frá Løgmálaráðnum vísa, at meira enn 5.000 danskar kvinnur hvørt ár eru fyri neyðtøku ella neyðtøkuroynd. Í 2017 meldaðu 944 fólk eina neyðtøku til løgregluna, og av hesum málunum endaðu 94 við dómi.
Tíggju evropeisk lond, teirra millum Ongland, Skotland, Týskland, Belgia og Svøríki, hava í dag samtykkisgrundaða neyðtøkulóggávu. Tað merkir, at báðir partar við orðum ella gerðum hava givið til kennar, at teir vilja hava sex.
Samtykki er ein mannarættur, sum tryggjar einstaklinginum rættin til egnan kropp. Danska stjórnin hevur í 2014 sett Istanbulsáttmálan í gildi. Tað er sáttmálin hjá Evroparáðnum, sum skal verja kvinnur fyri harðskapi. Sáttmálin krevur, at neyðtøka verður allýst sum sex við ongum samtykki. Tí hevur stjórnin í roynd og veru skyldu til at fremja hesa lógarbroytingina.
MISSKILJINGAR: HVAT IÐ SAMTYKKI IKKI ER
Tað finnast nógvar misskiljingar og fordómar um, hvat ið ein samtykkisgrundað lóg merkir í verki. Her svara vit teimum vanligastu misskiljingunum.
TALAN ER IKKI UM ØVUTA PRÓVBYRÐU!
Samtykkisgrundað neyðtøkulóggáva merkir ikki, at nógv ósek knappliga fara at verða dømd. Ella at tann ákærdi knappliga skal prógva, at hann er ósekur. Tað verður framvegis, júst sum nú, ákæruvaldið, sum skal prógva, at eitt brotsverk er framt. Tann ákærdi er sostatt framvegis ósekur, til tað øvuta er prógvað. Tað, sum broytist, er, hvat ið prógvast skal. Í staðin fyri at rættarmálið snýr seg um, hvat ið ofrið hevur gjørt fyri at geva sín vantandi vilja til kennar, fer dentur nú eisini at verða lagdur á, um sex fer fram av fríum vilja.
TAÐ FER IKKI AT KREVJAST SKRIVLIGT LOYVI TIL AT HAVA SEX
Tú fært ikki brúk fyri hvørki NemID ella einum skrivligum sáttmála fyri at kunna hava sex í framtíðini. Tað snýr seg bara um, at báðir partar tryggja sær, at hin parturin tekur undir við tí, sum fer fram. Tað er til dømis torført at fáa eitt ja frá einum sovandi ella ógvuliga rúsaðum persóni. Lógin er ikki bara orð móti orði og fer at broyta venjuna. Í londunum, sum hava samtykkisgrundaða neyðtøkulóggávu, verða fleiri neyðtøkur meldaðar. Tað verður eisini lættari at sleppa fram at rættarskipanini og tí eisini rættvísi. Vit vita eisini úr øðrum samanhangi, at lóggáva ávirkar hugburð í samfelagnum. Ein nýggj løgfrøðilig allýsing av neyðtøku kann tí sum frá líður fremja eina mentanarbroyting. Og tað tørvar okkum.