Ein frágreiðing hjá Institut for Menneskerettigheder vísir, at danska løgreglan oftari skuldsetur og handtekur ósek fólk úr etniskum minnilutum enn ósekar etniskar danir. Skriva undir og krev, at danski løgmálaráðharrin tekur stig til at áseta eitt forboð fyri mismuni í donsku politilógini.
Ósek fólk av minnilutaetniskum uppruna verða nógv oftari skuldsett og handtikin í Danmark enn ósek fólk av donskum uppruna. Hetta vísir ein nýggj kanning hjá Institut for Menneskerettigheder. Kanningin avdúkar, at etniskir minnilutar eru fyri stórum mismuni hjá donsku løgregluni.
Sannlíkindini fyri, at tú verður skuldsettur uttan seinni at verða dømdur, eru 45 % størri, ert tú tilflytari, og 64 % størri, ert tú eftirkomari (barn hjá einum innflytara). Etniskir minnilutar verða eisini oftari handtiknir uttan at verða dømdir. Hetta skapar ótryggleika, eina kenslu av órættvísi og mótvilja móti løgregluni, vísir kanningin, sum eisini fevnir um 16 samrøður við minnilutaetniskar menn um teirra royndir við donsku løgregluni:
”Tá ið eg sigi vinmonnunum á universitetinum frá hesum upplivingunum, siga teir, at løgreglan ongantíð hevur steðgað teimum. Altso, eg eri skelkaður. Eg eri 28, og eg haldi, eg eri steðgaður meira enn 90 ferðir í lívinum.”
Farid
Alt bendir á, at talan er um etniska profilering og mismun. Tað er avgerandi, at løgreglan bara brúkar etnisitet, húðarlit ella tjóðaruppruna í arbeiðinum, um hesir tættirnir verða brúktir saman við øðrum eyðkennum, t.d. tá ið ein ítøkiligur gerningsmaður skal lýsast.
Saman kunnu vit krevja, at danski løgmálaráðharrin tekur stig til at áseta eitt forboð fyri slíkum mismuni í donsku løgreglulógini. Skriva undir átakið nú.
Skaðiligar avleiðingar
Tær ringu royndirnar við løgregluni kunnu hjá nógvum av monnunum skapa eina kenslu ótryggleika, órættvísi og mótvilja móti løgregluni. Tað hevur samstundis skaðiligar avleiðingar fyri kensluna hjá teimum av at vera javnverdir borgarar, sum kunnu njóta somu rættindir sum øll onnur í Danmark.
”Í hesi støðuni havi eg eingi rættindir. Eg sleppi ikki at greiða frá … Tey halda alt vera at svara aftur. Um tú bara setur ein púra vanligan spurning, um hví tú ert steðgaður til dømis, so verður tað sæð sum eitt álop ella sum at svara aftur ella vera nasadjarvur.”
Mehmet
Tað eru serliga borgarar við uppruna í Miðeystri og Eysturafrika, sum í Danmark verða skuldsettir og handtiknir uttan seinni at verða dømdir.
Mismunur í gerandisdegnum
Í frágreiðingini siga ungir menn av minnilutaetniskum uppruna frá upplivingum, har danska løgreglan brúkar likamligan harðskap. Til dømis har løgreglan hevur hálað teir úr bilinum, tvingað teir til jarðar ella skumpað teir upp ímóti einum múri.
Aðrir siga frá hendingum, har teir hava kent atferðina hjá donsku løgregluni sum beinleiðis niðrandi ella eyðmýkjandi. Tað kann vera, har løgreglan hevur brúkt rasistiskan málburð ella noytt teir at lata seg úr í frostveðri ella at vísa kynsgøgnini.
”Koyrir tú ein ordiliga gamlan bil, verður tú steðgaður, tí so fáa tey illgruna um, at tú selur. Koyrir tú ein spildurnýggjan bil, fáa tey eisini illgruna um, at tú selur, tí so er hann for dýrur. Tú skalt koyra ein Opel Corsa kanska ella ein Skoda.”
Bilal
Tað er ikki bara húðarliturin, sum vekir illgruna hjá løgregluni, siga menninir. Tað snýr seg eisini um klæðini, teir eru í, hársniðið og skeggið, hvussu nógvum og hvørjum teir fylgjast við, hvat bil teir koyra, og, ikki minst, hvar teir landafrøðiliga eru staddir.
Trupult at klaga
Nógvir hava givið upp at klaga, tí teir føla ikki, at tað nyttar nakað. Summir muta ímóti. Aðrir laga atferðina til, so at teir skilja seg frá tí eintáttaðu fatanini av tí ’illgrunaverda tilflytaranum’.
Klaguskipanin eru so torgreidd, at tað í sær sjálvum kann vera ein forðing hjá borgarum, sum uppliva at vera fyri mismuni hjá løgregluni. Hetta er ein orsøk til, at sá fáir klaga.
Betri lóggávu og greiðar leiðreglur
Hvørki danska politilógin ella danska rættargangslógin hevur nakað beinleiðis forboð fyri mismuni – heldur ikki etniskari profilering. Fær danski løgmálaráðharrin tað ásett í politilógini, verður tað øllum greitt, at mismunur – eisini etnisk profilering – er ólógligur.
Í fyrstu atløgu vilja vit fegin broyta donsku politilógina. Aftur at tí mæla vit eins og Institut for Menneskerettigheder til, at Ríkisløgreglan ásetur leiðreglur á økinum, at løgreglan verður útbúgvin í etniskari profilering, og at løgreglan fremur skipaða skráseting av etnisiteti, so at eitt betri hagtalsgrundarlag fæst á økinum.
FAKTA
Hvat er etnisk profilering?
Etnisk profilering er, tá ið løgreglan brúkar ættarslag, húðarlit, mál, átrúnað, tjóðskap ella etniskan uppruna sum grundarlag fyri eftirlits- ella kanningarvirksemi uttan nakra objektiva ella rímiliga orsøk (EVRI 2007).
Etnisk profilering er brot á grundleggjandi mannarættindanormar um at fara við hvørjum menniskja sum einum einstaklingi heldur enn sum einum parti av einum bólki.
Okkara krøv
Við støði í frágreiðingini hjá Institut for Menneskerettigheder krevja vit, at danski løgmálaráðharrin:
- tekur stig til, at eitt serstakt forboð fyri mismuni – eisini etniskari profilering – verður ásett í donsku politilógini.
Hví skriva undir?
Vit fáa nógv størri ávirkan, um vit vísa danska løgmálaráðharranum, at lógarbroytingin hevur breiða undirtøku millum manna.
Hvat verður av undirskriftini?
Ætlanin er at handa Nick Hækkerup, donskum løgmálaráðharra, undirskriftirnar og umrøða broytingina av donsku politilógini í sambandi við opið samráð í fólkatinginum tann 21. apríl 2022.
Hvørji mannarættindir verða brotin?
Art. 7. í ST-mannarættindayvirlýsingini
Øll er líka fyri lógini og hava uttan mismun av nøkrum slag rætt til at verða vard av lógini. Øll hava rætt til til somu vernd fyri øllum mismuni í ósamsvari við hesa yvirlýsingina og fyri allari tileggjan til slíkan mismun.
SKRIVA UNDIR HER
Eg krevji, at danski løgmálaráðharrin tekur stig til at broyta donsku politilógina, so at hon fer at fevna um eitt serstakt forboð fyri mismuni.
Um tú hevur fyrispurningur, kanst tú seta teg í samband við okkum á tel 235819 ella við at senda ein teldupost til elsa@amnesty.fo.