Danskir myndugleikar taka uppihaldsloyvið frá sýriskum flóttafólkum, hóast kanningar hjá Amnesty vísa, at tað kann vera sera vandamikið at venda aftur. Skriva undir hetta altjóða átakið hjá okkum og krev, at Danmark heldur fram at verja sýrarnar í Danmark.
Danskir myndugleikar hava longu tikið aftur ella ikki endurnýggjað uppihaldsloyvið hjá 380 sýriskum flóttafólkum. Grundgevingin hjá stjórnini er, at partar av Sýria eru tryggir, men kanningar hjá Amnesty vísa tað øvuta.
Meðan nógv av teimum sýrisku flóttafólkunum bíða eftir, at Dansk Flygtningenævn tekur endaliga avgerð um lagnuna hjá teimum, er uppihaldsloyvið hjá minst 39 teirra tikið aftur, og tey eru sett í sokallaða ’burtursendingarstøðu’. Tað merkir, at tey eru í vanda fyri at verða send aftur til Sýria.
Amnesty International heldur tað vera brot á altjóðarætt og ta sokallaðu non-refoulement-meginregluna at senda flóttafólkini aftur til Sýria. Meginreglan forbjóðar londum at senda flóttafólk aftur til lond, har ið tey verða í vanda fyri álvarsligum mannarættindabrotum.
Skriva undir átakið nú. Krev, at Mattias Tesfaye framhaldandi verjir tey sýrisku flóttafólkini. Øllum sýriskum flóttafólkum tørvar vernd, til tey ikki longur eru í vanda fyri at verða pínd, burturflutt og avrættað.
Danmark ’eggjar’ flóttafólkum til at ferðast heim
Tey í minsta lagi 39 flóttafólkini, sum eru sett í ’burtursendingarstøðu’, eru í vanda fyri at verða tvingsilsflutt, um Danmark tekur upp aftur diplomatisk sambond við sýrisku stjórnina. 30 dagar eftir at lógligt uppihald endaliga er sýtt teimum, verða tey send á eina burtursendingarmiðstøð, har ið tey hvørki sleppa at arbeiða ella útbúgva seg.
Danmark hevur framvegis eingi diplomatisk sambond við sýrisku stjórnina og kann tí í løtuni ikki tvingsilsflyta sýrisk flóttafólk. Sambært donsku útlendingalógini kunnu danskir myndugleikar í staðin brúka ’tileggjandi’ atgerðir, m.a. frælsistøku við tí í hyggju at eggja sýriskum flóttafólkum til ’sjálvboðin’ at fara aftur til upprunalandið.
Amnesty International kvíðir fyri, at sýrar fara missa uppihaldsgrundarlagið og arbeiðið og at verða noyddir at gevast á útbúgvingini. Vit fara at síggja kloyvdar familjur, av tí at summir sýrar hava fingið sokallaða ’konventiónsstøðu’, sum ber í sær, at teir lógliga kunnu verða verandi í landinum, meðan húsfólk hjá teimum eru í vanda fyri at enda á burtursendingarmiðstøðum og verða send aftur. Tá ið fólk verða førd á burtursendingarmiðstøðir, har ið tey hvørki sleppa at arbeiða ella útbúgva seg – tey kunnu enntá verða fyri frælistøku í Udlændingecentret Ellebæk – er talan um viðurskiftir, sum kunnu trýsta tey at venda aftur til Sýria. Hetta er brot á altjóðarætt og ta sokallaðu non-refoulement-meginregluna
Í vanda fyri álvarsligum valdsgerðum
Skjalprógv, sum Amnesty International hevur útvegað, vísa, at borgarar úr Damaskus og har um vegir eru í veruligum vanda fyri at verða jagstraðir og at verða fyri álvarsligum mannarættindabrotum, um teir venda aftur. Tað eru teir, hóast tað ikki leikar líka hart á í økinum, sum tað hevur gjørt. Sýrunum tørvar framvegis altjóða vernd.
Amnesty International savnar í løtuni saman skjalprógv fyri valdsgerðum móti sýriskum flóttafólkum, sum eru farin aftur til økini í Sýria, sum sýriska stjórnin hevur ræði á, m.a. Damaskus. Higartil vísa skjalprógvini, at tey, sum venda aftur til hesi økini, verða biðin um at fara ígjøgnum eina ’trygdargóðkenning’, sum m.a. fevnir um avhoyring fyri sýriskum trygdarliðum, sum eru kend fyri at brúka píning, avrætting og tvingsilshvørving.
BAKSÝNI: Søguligt afturlit á danskan flóttafólkapolitikk
Í 2019 kom danska stjórnin við einum sokallaðum paradigmisskifti í donskum útlendingapolitikki. Farið varð burtur frá sum áður at styðja upp undir sameining (integratión), og dentur varð í staðin lagdur á so stutta vernd sum gjørligt. Stjórnin ger alt, sum hon kann, fyri at fáa flóttafólk at venda aftur skjótast gjørligt. Ein liður í paradigmisskiftinum var at geva flóttafólkum, sum høvdu tørv á vernd, fyribils uppihaldsloyvi í staðin fyri varandi uppihaldsloyvi sum áður.
Í desembur 2019 sýtti Dansk Flygtningenævn trimum borgarum úr Damaskus friðskjól. Grundgevingin var, at teir orsakað av viðurskiftunum í økinum ikki longur vóru í vanda fyri at verða jagstraðir. Nevndin bygdi fyri ein part avgerðina á eina frágreiðing hjá Udlændingestyrelsen frá 21. februar 2018. Eina frágreiðing, sum 11 av 12 serfrøðingum í sýriskum viðurskiftum herfyri funnust hvassliga at. Teir kenna hvørki sínar egnu útsagnir sambært frágreiðingini ella metingina hjá donskum myndugleikum av støðuni í Sýria aftur. Serfrøðingarnir gera púra greitt, at tað framvegis ikki er trygt hjá nøkrum sýrum at venda aftur.
Danski ráðharrin í útlendinga- og sameiningarmálum gjørdi í juni 2020 av at framskunda endurmetingina av uppihaldsloyvunum hjá útivið 900 flóttafólkum úr Damaskus, sum høvdu fingið fyribils verndarstøðu orsakað av valdsgerðunum í Sýria yvirhøvur. Síðan februar 2021 er henda avgerðin víðkað til eisini at fevna um fólk úr øllum Damaskus-landslutinum (tí sokallaða Rif-økinum).
Hví skriva undir?
Hvør undirskrift ger sítt til at leggja altjóða trýst á donsku stjórnina, so at allir sýrar í Danmark framhaldandi vera vardir og kunnu vera lógliga í Danmark. Endurmetingin av uppihaldsloyvunum skal halda uppat, og allir sýrar skulu verjast, til varandi og grundleggjandi batar eru hendir í Sýria.
Hvat verður av undirskriftini?
Vit handa danska ráðharranum í útlendinga- og sameiningarmálum, Mattias Tesfaye, undirskriftirnar umleið 22. juni 2021.
Bræv
Góði Mattias Tesfaye
Eg skrivi til tín, tí eg vil heita á donsku stjórnina um at gevast við endurmetingini av uppihaldsloyvunum hjá sýriskum flóttafólkum og í staðin endurnýggja fyribils uppihaldsloyvini hjá sýriskum flóttafólkum, sum hava biðið um vernd í Danmark eftir at vera flýdd undan vápnaðum stríði í heimlandinum.
Danmark eigur at veita øllum sýriskum flóttafólkum, sum biðja um tað, friðskjól. Tann 1. apríl 2021 eru uppihaldsloyvini hjá 380 sýrum longu tikin aftur ella ikki endurnýggjað hjá Udlængingestyrelsen. Nógvir teirra bíða nú eftir, at Flygtningenævnet tekur endaliga avgerð. Í apríl 2021 hava í minsta lagi 39 sýrisk flóttafólk, sum eru flýdd undan vápnaðum stríði í heimlandinum, fingið endaliga avgerð og eru sett í sokallaða ’burtursendingarstøðu’ í Danmark – í vanda fyri at verða tvingsilsflutt, um Danmark tekur upp aftur diplomatisk sambond við sýrisku stjórnina.
Eg kvíði fyri, at sýriskar familjur við ymiskum uppihaldsgrundarlag verða kloyvdar. Sýrar í burtursendingarstøðu missa arbeiðið og lestrarplássið og eru í vanda fyri at skula sita í miðstøðunum í fleiri ár í eini standby-støðu uttan at sleppa at taka virknan lut í samfelagnum. Eg havi stóran ampa av, at summir sýrar í burtursendingarstøðu eru í vanda fyri frælsistøku sum eini ’tileggjandi’ atgerð.
Eg beri ótta fyri, at hesi viðurskiftini kunnu trýsta tey at venda aftur til Sýria, har ið tey verða í veruligum vanda fyri álvarsligum mannarættindabrotum. At stríðið er avhæsað í pørtum av Sýria, merkir ikki, at tað er trygt at fara aftur.
Amnesty International hevur í fleiri ár skjalprógvað brots- og valdsgerðirnar, sum fara fram í Sýria. Nógvum av teimum álvarsligastu mannarættindabrotunum, eitt nú tilvildarligari fongsling, píning og tvingsilshvørvingum, stendur Assad-stjórnin fyri. Fólk í Sýria og flóttafólk, sum eru komin heim aftur, eru í vanda fyri álvarsligum mannarættindabrotum.
Eg heiti á teg um beinanvegin at taka neyðug stig til at tryggja øllum sýrum í Danmark framhaldandi vernd – eisini teimum við fyribils uppihaldsloyvi. Øllum sýrum tørvar vernd, til støðan í Sýria ikki longur setur teirra grundleggjandi rættindir í vanda.
Blíðar heilsur
SKRIVA UNDIR HER
Eg krevji, at danski ráðharrin í útlendinga- og sameiningarmálum, Mattias Tesfaye, gevst at taka verndarstøðuna frá sýriskum flóttafólkum og endurnýggjar fyribils uppihaldsloyvir hjá sýriskum flóttafólkum.
Um tú hevur fyrispurningur, kanst tú seta teg í samband við okkum á tel 235819 ella við at senda ein teldupost til elsa@amnesty.fo.