Sambært fjølmiðlum og politinum á staðnum hava politiið og vanligir borgarar í Filipsoyggjum myrt í minsta lagi 600 fólk, síðan tann nýggi forsetin Duterte tók við valdinum tann 30. juni. Í ríkissjónvarpinum hevur forsetin Duterte sent rúsevnabrotsfólki eina krígsavbjóðing. Hann lovar øllum borgarum ómaksløn, um teir gera sína skyldu og myrða fólk, sum eru undir illgruna fyri rúsevnabrotsverk.
Eingin veit neyvt at siga, hvussu stórt talið á deyðum er.
Sambært politinum á staðnum eru í minsta lagi 600 fólk deyð í sambandi við átakið hjá forsetanum. Sum frættist, høvdu øll tey deyðu samband við rúsevnaumhvørvið, men uttan ákæru, sakarmál og dóm fáa vit ongantíð vissu fyri, at so er. Duerte forseti hevur givið boð um at skjóta fyri at drepa.
Harumframt hava sivilir sjálvtektarmenn myrt fólk í ókendum tali. Við teimum upplýsingum, vit hava, hava vit illgruna um, at slíkir hava myrt fólk í hundraðtali. Fjølmiðlar á staðnum http://newsinfo.inquirer.net/794598/kill-list-drugs-duterte siga frá tilburðum, har ókendir menn koyra framvið á motorsúkklum og myrða fólk, sum eru undir illgruna, og leggja pappskeltir eftir sær, sum lýsa ákæruna.
SKRIVA UNDIR ÍMÓTI TÍ BLÓÐUGA HARÐSKAPINUM Í FILIPSOYGGJUM OG HJÁLP OKKUM AT TRYGGJA, AT:
- forsetin beinanvegin fordømir tey mongu drápini og tekur lyftið um ómaksløn og boðini um at skjóta fyri at drepa aftur
- politiið livir upp til altjóða krøv um valdnýtslu