Mohamed Ramadhan Issa Ali Hussain og Hussain Ali Moosa Hussain Mohamed bíða bara eftir at verða avrættaðir. Eftir sjey ára steðg hevur Barhrain nú tikið táttin at avrætta deyðadømd upp aftur. Teir deyðadømdu menninir bíða bara eftir, at Hamad kongur góðkennir deyðadómarnar. Teimum tørvar hjálp í stundini.
Mohamed Ramadhan og Hussain Ali Moosa eru í ógvuliga stórum vanda. Í desembur 2014 vórðu teir deyðadømdir fyri at hava lagt eina bumbuspreinging til rættis í bygdini al-Deir. Spreingingin kostaði seinni einum politisti lívið. Menninir kærdu beinanvegin dómin og vístu á, at teir vóru ákærdir av órøttum og síðani píndir og noyddir at játta seg sekar fyri brotsverk, sum teir ikki høvdu framt. Men eftir enn eitt órættvíst rættarmál varð dómurin staðfestur.
Báðir menninir siga frá, hvussu teir vórðu píndir undir avhoyringunum, sum vardu í tveir mánaðir. Hussain Ali Moosa ”játtaði” seg umsíðir sekan, eftir at hann í fleiri dagar á rað hevði hingið niður úr loftinum, meðan vaktarmenninir høvdu bart hann av og givið honum elektriskar stoytir. Játtanin, sum gjørdi Mohamed Ramadhan samsekan, gjørdist tað avgerandi prógvið í rættarmálinum.
Mohamed Ramadhan og Hussain Ali Moosa meldaðu píningina til tann almenna ákæran, men einki batti. Ákærin sendi teir aftur í fongslið, har teir vóru píndir. Hussain Ali Moosa greiðir frá, at eftir hetta helt píningin fram í tveir mánaðir afturat.
Kona Mohamed Ramadhan kærdi eisini til umboðsmannin í landinum, men haðani fekst heldur eingin hjálp. Ikki fyrr enn eftir altjóða trýst lovaði umboðsmaðurin at seta eina heildarkanning í verk viðvíkjandi málinum. Familjan og sakførararnir hjá teimum báðum monnunum bíða enn eftir kanningarúrslitinum.
Bjarga lívinum á teimum báðum monnunum! Skriva undir!