Idris varð í fjør burturfluttur av trygdarliðum í Pakistan. Nú ber dóttirin ótta fyri, at hann verður dømdur til deyða. Krev, at myndugleikarnir sleppa honum leysum. Skriva undir átakið nú!
55 ára gamli Idris Khattak hevur kannað tvingsilshvørvingar í Pakistan fyri bæði Amnesty International og Human Rigts Watch.
Trygdarlið hava nú burturflutt hann, og hann verður í løtuni afturhildin á ókendum stað uttan samband við umheimin.
Familjan hevur ikki sæð Idris, síðan hann hvarv. Tey bera ótta fyri, at hann orsakað av sínum friðarliga mannarættindavirksemi verður dømdur til deyða fyri at hava “njósnast”.
Skriva undir átakið og krev Idris leyslatnan!
Familjan hótt til tøgn
Tað var tann 13. novembur 2019, at Idris og bilførarin hjá honum vórðu burturfluttir, tá ið teir vóru á veg heim úr Islamabad í einum leigubili.
Eingin visti, at teir vóru burturfluttir, fyrr enn bilførarin varð leyslatin tveir dagar seinni. Fýra sivilklæddir menn høvdu smoygt svartar posar niður yvir høvdið á teimum og ført teir til eitt ókent stað.
Tá ið Idris hvarv, varð familjan ávarað ímóti at umrøða málið alment. Men seks mánaðir seinni breyt dóttirin, Talia, tøgnina. Saman við Amnesty fór at hon at stríðast fyri at fáa pápa sín aftur.
”Eg hyggi at myndum av babba og droymi um, at hann skal koma gangandi inn í rúmið aftur. […] Eg vil bara, at hetta skal fáa ein enda, og at babba skal koma heim aftur.”
Talia Khattak
Idris og familjuni tørvar tína hjálp
Dirvið hjá Taliu gav úrslit. Í juni fekk tann almenna umrøðan av málinum trygdarmyndugleikarnar at viðganga, at Idris var varðhaldsfongslaður og skuldsettur eftir lógini um vernd av ríkisloyndarmálum. Hetta var fyrstu ferð, síðan Idris hvarv, at familjan frætti, at hann var á lívi, og at hann alla tíðina hevði verið í varðhaldi hjá myndugleikunum.
Men vit vita framvegis hvørki, hvar ið Idris er, ella hvussu hann hevur tað. Familjan ber nú ótta fyri, at hann verður ákærdur fyri at hava njósnast, bara tí at hann hevur borið tíðindi um álvarslig mannarættindabrot í heimlandinum. Verður hann dømdur sekur, kann hann fáa drúgva fongsulsrevsing og í ringasta føri verða dømdur til deyða.
Familjan er eisini bangin um heilsustøðuna hjá pápanum í varðhaldinum. Idris hevur sukursjúku, og honum tørvar dagligan heilivág. COVID-19 kann koma í honum í lívsvanda.
Ein roynd at teppa atfinningarsamar røddir
Pakistanska trygdartænastan brúkar tvingsilshvørvingar í eini skipaðari roynd at sleppa av við politisk mótstøðufólk, uttan at henni nýtist at leggja fram nøkur prógv fyri, at tey hava gjørt nakað revsivert. Tvingsilshvørvingar eru eisini eitt hent amboð at ræða møguligar atfinningarsamar røddir til tøgn við.
Pakistanski forsætisráðharrin, Imran Khan, hevur sagt seg vilja gera tvingsilshvørvingar revsiverdar, men enn hevur stjórnin einki lógaruppskot lagt fram tí viðvíkjandi. Pakistanski ráðharrin í mannarættindamálum sigur, at Pakistan fer at gerast partur av ST-sáttmálanum um vernd fyri tvingsilshvørvingum, men enn er einki hent. Í staðin halda pakistansk trygdarlið fram at flyta fólk burtur og lata tey hvørva við nærum vissu um at sleppa undan revsing.
Amnesty krevur, at pakistanskir myndugleikar:
- sleppa Idris Khattak leysum, uttan so at teir leggja fram álítandi prógv fyri, at hann hevur framt eitt altjóða viðurkent brotsverk,
- lata hann koma fyri ein vanligan dómstól í einum rættvísum rættarmáli samsvarandi altjóða krøvum,
- lata hann fáa samband við ein sakførara
- og sleppa familjuni at vitja hann.
Undirskriftirnar verða sendar pakistanska forsætisráðharranum, Imran Khan.
Um tú hevur fyrispurningur, kanst tú seta teg í samband við okkum á tel 235819 ella við at senda ein teldupost til elsa@amnesty.fo.