HANAN BADR EL-DIN ER FONGSLAÐ, TÍ HON HEVUR ROYNT AT FÁA GREIÐU Á, HVAT IÐ VORÐIÐ ER AV MANNINUM. HANN HVARV FYRI FÝRA ÁRUM SÍÐAN. HON BÍÐAR Í LØTUNI EFTIR ENDALIGUM DÓMI.
Maður Hanan hvarv sporleyst eftir eitt mótmælistiltak í 2013, men myndugleikarnir hava alla tíðina sýtt fyri at siga henni, hvat ið vorðið er av honum. Tann 6. mai í ár varð Hanan sjálv handtikin.
HEVUR LEITAÐ UTTAN ÍHALD EFTIR MANNINUM.
Tað var tann 27. juli í 2013, at Hanan Badr el-Din sá mannin fyri seinastu ferð. Hon fekk eyga á hann á sjónvarpsskíggjanum, eftir at hann hevði verið við í einum mótmælistiltaki. Hann hevði fingið skaða og var staddur í einum læknatjaldi.
Tá ið hon stutt eftir kom á staðið, var hann horvin. Síðan hevur hon leitað eftir honum uttan íhald – á politistøðum, á sjúkrahúsum, í fongslum og í líkhúsum. Myndugleikarnir hava bølt oman á øllum upplýsingum um, hvat ið er hent honum.
FÓLK Í HUNDRAÐTALI HORVIN Í EGYPTALANDI.
Maður Hanan er bara ein av fleiri hundrað fólkum, sum eru fongslað tilvildarliga ella burturflutt av egyptiskum trygdarliðum. Hvønn dag hvørva trý ella fýra fólk. Talan er í flestum førum um politiskar aktivistar, lesandi, mótmælisfólk og børn heilt niður í 14 ára aldur. Nógv verða pínd. Higartil hava teir egyptisku myndugleikarnir avsannað, at nakað av hesum fer fram.
HJÁLPIR ØÐRUM Í SOMU STØÐU.
Sum hon hevur leitað eftir manninum, hevur Hanan Badr el-Din fingið samband við onnur, sum hava verið fyri tí sama sum hon. Í 2014 var hon ein teirra, sum stovnaðu felagsskapin Samgongan av familjum teirra sum hvurvu við tvingsli.
Felagsskapurin virkar fyri at avdúka sannleikan um tær mongu hvørvingarnar, sum fara fram í Egyptalandi. Gjøgnum felagsskapin er Hanan blivin ein av teimum fremstu talsfólkunum fyri tær mongu familjurnar, sum eftir sita.
HJÁLP OKKUM FÁA HANAN LEYSLATNA! SKRIVA UNDIR NÚ! VIT HANDA ABDEL FATTAH EL-SISI FORSETA UNDIRSKRIFTIRNAR BEINLEIÐIS.
AMNESTY KREVUR:
- at Hanan el-Din verður leyslatin í stundini, og at myndugleikarnir sleppa øllum ákærum móti henni,
- at teir egyptisku myndugleikarnir siga Hanan Badr el-Din, hvat ið vorðið er av manni hennara, Khaled Ezz el-Din,
- og at teir egyptisku myndugleikarnir gevast at brúka hvørvingar við tvingsli, seta eina óhefta kanning í verk av hesi mannagongdini og bera so í bandi, at tey, sum hava ábyrgdina, standa til svars.