Egyptisku Hanin Hosam og Mawada el-Adham eru ávirkarar á sosiala miðlinum TikTok. Tær eru dømdar fleiri ára fongsulsrevsing fyri at eggja ungum kvinnum til at deila sokallað ’ósømiligt’ innihald á sosialum miðlum. Amnesty krevur, at tær verða leyslatnar beinanvegin.
Tann 20. juni í ár vórðu ávirkararnir Hanin Hosam og Mawada el-Adham fyri revsidómstólinum í Kairo dømdir fyri millum annað at hava eggjað til ’ósømiligt innihald’ og ’fólkasmugling’ á sosialum miðlum.
Amnesty International heldur, at kvinnurnar bara verða revsaðar fyri, hvussu tær dansa, tosa og eru ílatnar í uppsløgum á sosialum miðlum. Amnesty hevur skjalfest, hvussu harðliga egyptiskir myndugleikar fara fram ímóti talufrælsi og atburði hjá kvinnum á netinum.
Eingin stjórn skal siga kvinnum, hvussu tær skula lata seg í og bera seg at. Skriva undir átakið og krev, at Egyptaland sleppir teimum báðum ávirkarunum leysum beinanvegin.
Tær báðar kvinnurnar sita nú fongslaðar í kvinnufongslinum al-Qanater í egyptiska høvuðsstaðnum Kairo.
Síðan apríl 2020 hava egyptiskir myndugleikar hert jagstranina av ávirkarum á sosialum miðlum. Myndugleikarnir hava handtikið og rættarsøkt tíggju kvinnuligar TikTok-ávirkarar fyri at hava brotið lógina um brotsverk á netinum við tilvísingum til aðrar óneyvt orðaðar lógir viðvíkjandi ’siðalag’ og ’sømiligum’ atburði.
Skriva undir og krev, at myndugleikarnir sleppa Hanin og Mawadu leysum og gevast at jagstra kvinnur fyri frítt at bera sína hugsan fram á sosialum miðlum.
Hanin Hosam, sum hevur meira enn eina millión fylgjarar á TikTok, bað í einum uppslag á Instagram kvinnur yvir 18 ár um at leggja upptøkur av sær sjálvum á appina Likee, sum vinnur pening alt eftir hyggjaratalinum. Tað var hetta uppslagið, sum hon varð dømd fyri.
Mawada el-Adham, sum hevur meira enn tríggjar milliónir fylgjarar á TikTok, varð dømd fyri nøkur TikTok-uppsløg, har hon dansaði við eini seks ára gamlari gentu og argandi spurdi hana, um hon gekk á ástarfund.
Amnesty hevur hugt at uppsløgunum, men eingi trúverd prógv funnið, sum seta tær báðar kvinnurnar í samband við ’fólkasmugling’, sum tær vórðu ákærdar fyri.
Tá ið dómurin varð sagdur, kom týðiliga til sjóndar, at dómarin var parthallur og fíggindaliga sinnaður móti kvinnunum. Dómarin legði tær undir at brúka sosialar miðlar til at máa støðið undan egyptiskum virðum og siðalag. Enn hava sakførararnir hjá kvinnunum ongan dóm fingið við skrivligum grundgevingum.
Hanin Hossam varð dømd tíggju ára fongsul og bíðar eftir nýggjum rættarmáli. Mawada el-Adham hevur kært seks ára fongsulsdómin.
VIT KREVJA
Vit krevja, at egyptiskir myndugleikar
- beinanvegin ógilda dómarnar hjá Hanin Hossam og Mawadu el-Adham og sleppa teimum leysum,
- verja rættin hjá kvinnunum til privatlív, talufrælsi, ikki at vera fyri mismuni og kropsligt sjálvræði og
- steðga ágangi á kvinnuligar ávirkarar í Egyptalandi.
Hví skriva undir?
Tá ið tú skrivar undir, gert tú títt til at vísa egyptiskum myndugleikum, at heimurin hevur vakið eyga við teimum og er sinnaður at leggja trýst á teir at fáa teir at sleppa Hanin og Mawadu leysum.
Hvat verður av undirskriftini?
Vit senda egyptiska forsetanum, Abdel Fattah al-Sisi, og egyptisku sendistovuni í USA undirskriftirnar.
SKRIVA UNDIR HER
Eg krevji, at egyptiski forsetin, Abdel Fattah al-Sisi, beinanvegin ógildar dómin hjá Hanin Hossam og Mawadu el-Adham og sleppir teimum leysum.
Um tú hevur fyrispurningur, kanst tú seta teg í samband við okkum á tel 235819 ella við at senda ein teldupost til elsa@amnesty.fo.