SÍÐAN MAI 2018 HEVUR 33 ÁRA GAMLI TÓNLEIKARIN RAMI SIDKY VERIÐ FONGSLAÐUR Í KAIRO Í EGYPTALANDI. MYNDUGLEIKARNIR LEGGJA HANN UNDIR AT VERA PART AV EINUM YVIRGANGSBÓLKI OG FYRI AT HAVA GJØRT GJØLDUR BURTUR ÚR AL-SISI FORSETA VIÐ EINUM SATIRISKUM VIDEOLAG. AMNESTY HELDUR RAMI SIDKY VERA FONGSLAÐAN EFTIR ÓSONNUM ÁKÆRUM OG HEITIR Á MYNDUGLEIKARNAR UM AT SLEPPA HONUM LEYSUM BEINANVEGIN.
Tað var tann 5. mai í 2018, at Rami Sidky varð handtikin á altjóða flogvøllinum í Kairo. Hann er framvegis í varðhaldi. Hann var júst heimkomin úr Beirut, har hann hevði spælt við bólkinum hjá sær, Jimi and the Saint.
Egyptisku myndugleikarnir leggja Rami undir at vera lim í einum yvirgangsbólki og at hava vanvirt forsetan við tí satiriska videolagnum Balaha. Videolagið fór sum rótasúpan um internetið undan forsetavalinum í mars 2018 og tykist gera gjøldur burtur úr egyptiska forsetanum, al-Sisi.
Egyptisku myndugleikarnir halda videolagið hava vanvirt forsetan. Amnesty metir ikki sangin eggja til hatur, harðskap ella mismun av nøkrum slag. Rætturin at siga sína hugsan gjøgnum tónleik er eisini vardur av talufrælsinum.
Sambært sakføraranum hjá Rami Sidky eigur Rami als ongan lut í videolagnum. Sakførarin sigur, at Rami árini 2011-2013 spældi í bólki saman við forsangaranum, sum syngur sangin Balaha, men at teir einki samband hava havt síðan. Umframt Rami hava fimm aðrir persónar verið handtiknir orsakað av sanginum. Fýra teirra eru framvegis í varðhaldi.
Rami Sidky og hinir fýra fongslaðu í málinum eiga at verða leyslatnir í stundini og uttan treytir, og allar ákærur eiga at verða sleptar. Egyptisku myndugleikarnir skulu tryggja, at Rami og hinir ikki verða píndir ella á annan hátt illa viðfarnir, og at teir verða viðfarnir samsvarandi altjóða standardum.
Skriva undir, og hjálp okkum at fáa Rami Sidky leyslatnan.