Einlig mamma revsað fyri sítt hjálpararbeiði
Myndugleikarnir í Russlandi hava skuldsett ta einligu mammuna Anastasiu Shevchenko fyri at arbeiða fyri ein mannarættindafelagsskap. Hon kann nú fáa upp í seks ára fongsul, tí at hon hevur verið við á einum fundi og í einum friðarligum mótmælistiltaki. Hjálp henni at fáa myndugleikarnar at sleppa ákærunum.
Russland hevur skuldsett ta kendu mannarættindastríðskvinnuna Anastasiu Shevchenko fyri at útinna virksemi í einum óynsktum felagsskapi. Hon arbeiðir sum samskipari hjá felagsskapinum Opið Russland, sum stríðist fyri mannarættindum, rættartrygd og ábyrgari útinning av stjórnarvaldi.
“Revsimálið móti Anastasiu er als ikki nøktandi. Hon hevur einki revsivert gjørt. Vit heita á russiska forsetan, Vladimir Putin, um at steðga tí nýggju herferðini móti starvsfólkum hjá hjálparfelagsskapum,” sigur Elise Bangert, politiskur ráðgevi hjá Amnesty International Danmark.
Russland skal sleppa ákærunum móti Shevchenko. Hjálp henni við at skriva undir nú.
Russisku myndugleikarnir reisa ákæru móti Shevchenko, tí at hon hevur verið við á einum fundi í sambandi við eina mannarættindaráðstevnu og í einum friðarligum mótmælistiltaki á gøtuni. Myndugleikarnir gera seg bæði inn á altjóða mannarættindir og russisku grundlógina, sum eisini tryggjar Shevchenko talu- og savningarfrælsi.
Hetta er fyrstu ferð, at russisku myndugleikarnir reisa revsimál eftir tí kúgandi lógini um óynsktar felagsskapir. Hetta er ógvuliga ófrættakent, tí tað kann skapa fyridømi og slóða fyri einum streymi av ákærum móti fleiri hundrað mannarættindastríðsfólkum um alt landið.
Vit krevja, at Russland:
- sleppir øllum ákærum móti Shevchenko og
- setur lógina um óynsktar felagsskapir úr gildi.
FAKTA
Anastasia Shevchenko
Mannarættindastríðskvinna
Fødd í 1980.
Arbeiðir sum samskipari hjá mannarættindafelagsskapinum Opið Russland, sum m.a. stríðist fyri rættartrygd og ábyrgari útinning av stjórnarvaldi.
Hevur eisini verið sjálvboðin í øðrum mannarættindafelagsskapum.
Einlig mamma at tveimum børnum – hennara triðja barn doyði, beint eftir at hon var sett í húsavarðhald.
Hon mundi ikki sloppið at síggja dóttrina á sjúkrahúsinum, áðrenn hon doyði.
BAKSÝNI
Loyniligt upptøkutól á kamarinum
Anastasia Shevchenko hevur verið í húsavarðhaldi heima hjá sær sjálvari í býnum Rostov við Don har suðuri í Russlandi síðan 23. januar 2019. Men altjóða trýsti fyri at takka eru treytirnar vorðnar lagaligari. Nú sleppur hon at ringja, ganga túrar og fáa vitjan. Uttan altjóða umrøðu hevði hon sitið innistongd í íbúðini við sama lag. Men enn er sigur ikki vunnin. Hon kann framvegis verða dømd seks ára fongsul.
Herfyri varð Shevchenko kunnað um, at eitt upptøkutól var sett upp í kamarinum hjá henni, meðan hon var í húsavarðhaldi, og at russisku myndugleikarnir í loyndum høvdu tikið alt upp á video, sum hon hevði gjørt í fleiri mánaðir. Upptøkutólið var fjalt í viftuni uppi yvir seingini hjá henni.
”Har vóru myndir av henni í berum brósthaldara. Børnini vóru eisini á upptøkunum. Tað er rættiliga óunniligt,” segði mamma Shevchenko við BBC.
Løgreglan hevur eisini eyguni eftir Shevchenko uttan fyri íbúðina hjá henni.
Soleiðis brúkar Putin lógina
Lógin um óynsktar felagsskapir ger tað til revsiverda brotsgerð at taka lut í virksemi fyri ein útlendskan felagsskap, sum kann lýsast sum óynsktur. Tað er ákæruvaldið, sum metir, um felagsskapurin er ein hóttan móti ríkistrygdini og tí óynsktur.
Lógin er partur av áganginum hjá Vladimir Putin á mannarættindastríðsfólk, sum finnast at stjórnini. Hon verður brúkt tilvildarliga til at knúska starvsfólk í útlendskum hjálparfelagsskapum.