Journalisturin Azimjan Askarov hevur sitið í fongsli í skjótt tíggju ár – bara fyri sítt friðarliga mannarættindavirksemi. Hann fyllir 69 í hesum mánaðinum og hevur hjartatrupulleikar og trupulleikar við andadráttinum. Hann er í lívsvanda, nú ið COVID-19 breiðir seg í fongslunum í Kirgistan. Krev, at hann verður leyslatin nú.
Azimjan Askarov situr ein lívstíðardóm í einum fongsli í Kirgisistan. Hann varð fongslaður eftir ein órættvísan rættargang, sum bygdi á íspunnin prógv og ósannar ákærur. Endamálið var at steðga hansara lógliga mannarættindavirksemi í Kirgistan.
Í lívsvanda
Tann skjótt 69 ára gamli journalisturin er etniskur usbekari. Hann hevur nú sitið í fongslinum í næstan tíggju ár. Heilsan hjá Askarov er álvarsliga viknað undir tí drúgva fongsulsuppihaldinum. Hann hevur bæði hjartatrupulleikar og trupulleikar við andadráttinum, men hevur ikki fingið læknahjálpina, honum tørvar. Nú COVID-19 breiðir seg í fongslunum í Kirgistan, er hann í uppaftur størri lívsvanda.
Fongslaður fyri at skjalprógva valdsgerðir
Askarov varð dømdur í septembur 2010. Hansara ’brotsgerð’ var, at hann hevði filmað og tikið myndir av harðskapi, morði og eldálopum á serliga etnisk usbekisk heim í heimbýnum Bazar-Korgon. Í juni 2010 vóru harðiligir samanbrestir millum etniskar usbekarar og kirgisarar har suðuri í Kirgistan. 470 fólk lógu eftirá, og sum journalistur og mannarættindastríðsmaður hevði Askarov sett sær fyri at skjalprógva tær álvarsligu valdsgerðirnar í heimstaðnum.
Fyri harðskapi undir rættarganginum
Seinni varð Askarov saman við sjey øðrum ákærdur fyri at havt ein leiklut, tá ið eitt etniskt kirgisiskt løgreglufólk varð myrt undir ófriðinum. Rætturin dømdi hann sekan í at hava eggjað til etniskt hatur og í at hava tikið lut í hópófriði.
Málið var fyri í rættinum í Nooken í døgunum 2.-15. septembur 2010. Familjan og sakførararnir hjá Askarov vóru í fleiri umførum fyri harðskapi – bæði í og uttan fyri rættarhølini. Keldur siga, at hvørki dómarin ella starvsfólk í rættinum gjørdu nakað fyri at steðga harðskapinum.
Eftir øllum at døma píndur í fongslinum
Í kjalarvørrinum á ófriðinum varð sagt frá nógvum tilburðum við píning og aðrari ringari viðferð. Fólk undir illgruna vórðu avbard av løgregluni, tá ið tey vórðu tikin á alfaravegi, undir flutningi til fongslið og undir teimum fyrstu avhoyringunum. Askarov hevur greitt frá, at hann varð píndur og á annan hátt illa viðfarin undir varðhaldinum hjá løgregluni í Bazar-Korgon og Jalal-Abad stutt eftir handtøkuna. Skuldsetingarnar, um at hann og onnur hava verið pínd, eru ongantíð veruliga kannaðar.
Ein liður í alheimsarbeiði
Á alheimsstigi mælir Amnesty International til beinanvegin og treytaleyst at sleppa øllum samvitskufangum í heiminum leysum. Samvitskufangar eru fólk, sum eru fongslað bara fyri sína trúgv, politiskt virksemi, kyn o.a. Hesi eru í stórum vanda fyri at verða smittað við COVID-19 í ovfullum og skitnum fongslum, har ið læknahjálp annaðhvørt ikki finst ella er ónøktandi.
Hví skal eg skriva undir júst nú?
Í felag kunnu vit leggja trýst á kirgisisku myndugleikarnar og krevja, at teir
- beinanvegin sleppa Askarov leysum,
- ógilda dómin hjá honum,
- tryggja honum neyðuga læknahjálp og heilivág
- og seta tiltøk í verk, so at COVID-19 ikki fer at breiða seg.
Tann 9. mai fer forsetin í Kirgisistan, Sooronbaj Zjeenbekov, at kunngera, hvørjir fangar ið sleppa undan revsing. Vit hava ein serligan møguleika at ávirka hesa avgerðina.
Baksýni
Mannarættindaráðið hjá ST staðfesti í 2016, at Askarov tilvildarliga var fongslaður undir ómenniskjansligum umstøðum, píndur og á annan hátt illa viðfarin, og at hann ikki hevði fingið rættvísan rættargang. Ráðið mælti Kirgistan til beinanvegin at sleppa Askarov leysum og ógilda dómin hjá honum. Hóast hetta hevði við sær, at málið hjá Askarov varð løgfrøðiliga endurskoðað í 2017, staðfesti rætturin dómin.
Í januar 2019 gjørdi Evropatingið eina samtykt í sambandi við avtaluna millum ES og Kirgistan, sum kravdi, at Askarov beinanvegin varð leyslatin og fekk fulla uppreisn. Kirgistan skuldi eisini ógilda dómin hjá honum og rinda honum endurgjald. Kirgistan hevur alla tíðina skúgvað krøvini til viks.